{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Smátindabak

Notacanthus bonaparte

Smátindabak er langur og smalur fiskur. Tað er nakað hávaksið, smalkar aftureftir út í ein lítlan stert. Ryggfjøðurin er bert eitt rað av píkum. Tað hevur langa gotfjøður, fremst píkar og bleytar teinar aftast. Búkfjaðrarnar eru samanvaksnar og sita aftur móti gotinum. Tað hevur smáar uggafjaðrar. Høvdið er væl longri enn kropshæddin. Smátindabak hevur framstandandi og avrundaðan trant. Kjafturin er lítil og situr væl inni undir trantinum, aftur undir eyguni. Tað hevur langa kápu.

Útbreiðsla

Smátindabak er í Atlantshavinum, úr Grønlandsfirði suður til Móritania og vestara part av Miðjarðarhavinum. Tað er eisini fingið undir Íslandi. Sjáldsamur fiskur undir Føroyum, men smátindabak er fingið sunnan fyri Føroyabanka og har um leiðir.

Stødd

Smátindabak verður upp í umleið 40 cm langt.

Dýpi

Tað er við botnin og uppi í sjónum úr 700 m niður á 2000 m.

Litur

Smátindabak er grátt til reyðblátt. Kápukantarnir eru dimmir.

Eyðkenni

Kjafturin kemur aftur undir eyguni. Fremsti ryggpíkur er aftari enn búkfjaðrafestini.

Týdningur

Tað hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Smátindabak
Lat:Notacanthus bonapartei
Dan:Bonapartes pigål
Eng:Shortfin spiny eel
Ísl:Smábroddabakur
Spa:Anguila de Bonaparte

Viðkomandi tíðindi