
Smáskrubbuti glámur
Alepocephalus agassizii
Bulurin er hægstur um uggafjaðrarnar. Hann hevur eina lága ryggfjøður aftan fyri miðjan ryggin og aftur móti klingruni. Undir henni, heldur aftari, er ein gotfjøður umleið somu stødd. Hann hevur smáar uggafjaðrar og smáar búkfjaðrar, sýldan stert. Eyguni eru størri enn gronin frammanfyri, og aftari kantur á eygunum er framman fyri miðjuna á høvdinum. Høvdið er longri enn bulahæddin. Hann hevur smáar roðslur. Ovara kjaftbein er umleið undir aftaru trom á eygnasteininum. Hann hevur beina striku.
Útbreiðsla
Smáskrubbuti glámur er onkuntíð fingin út av Lúsabanka, er annars frá Vesturafrika norður til Íslands og Grønlands. Hann er eisini við bankar og tindar í Atlantshavinum. Vestanfyri í Atlantshavinum er hann frá Honduras til Davisfjørð.

Stødd
Smáskrubbuti glámur verður upp í 90 cm langur.
Dýpi
Hann er á dýpum úr 600 m niður á 2500 m.
Litur
Óskalaður er hann svartur, men trolveiddur er hann brúnligur, tí slipa og roðsla eru sjavað burtur.
Eyðkenni
Longdin á kjaftinum, liturin, smáu roðslurnar, langa høvdið, teinatalið, og at hann hevur eingi ljósgøgn.
Týdningur
Smáskrubbuti glámur hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Smáskrubbuti glámur |
Lat: | Alepocephalus agassizi |
Dan: | Agassiz glathovedfisk |
Eng: | Agassiz slickhead, Agassiz smooth head |
Ísl: | Berhaus |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Tilmæli 2024
Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…
ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…
Merking av fiski á Føroyabanka
Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin. Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…
Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni
Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…