{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Silvurbramafiskur

Pterycombus brama

Silvurbramafiskur er høgur og tunnur fiskur. Kropshæddin er um helvtina av standardlongdini. Hann hevur eina ryggfjøður, ið er serliga høg. Hon gongur av nakkanum aftur í klingruna. Gotfjøðurin byrjar undir uggafjaðrafestinum og gongur aftur í klingruna. Eisini hon er høg. Rygg og gotfjøðurin kunnu leggjast í eina foyru, so tær eru fjaldar. Hann hevur langar uggafjaðrar, ið koma umleið aftur á hálvan fiskin, smáar búkfjaðrar, stóran, spískan og sýldan stert við nakað longum stertafjaðrum. Hann hevur lítið høvd við stuttari gron og rundligum umhvarvi. Hann hevur stór eygu, ið sita frammarlaga á gronini, stóran, upprendan kjaft. Strikan er sjónlig á smáum fiskum, men er burtur á stórum fiskum. Hann hevur rísna roðslu.

Útbreiðsla

Undir Íslandi, Føroyum og Norðurnoregi til Vesturafrika tvørtur um Atlantshavið til Meksiflógvan og Nova Scotia. Í Skagerrak og norðara parti av Norðsjónum.

Stødd

Silvurbramafiskur verður upp í 55 cm langur, men er vanliga minni enn 40 cm.

Dýpi

Hann er uppsjóvarfiskur á víðum havi, úr 25 metra dýpi niður á 300 metra dýpi. Onkuntíð sæst hann inni við land.

Litur

Hann er silvurlittur við svørtum undirliti. Rygg- og gotfjøður eru svartar fremst, verða líðandi mest sum gjøgnumskygdar aftast.

Eyðkenni

Kropsskapið. Høvuðumhvarvið. Stóru eyguni. Gronin framman fyri eyguni er umleið so long sum eygnasteinstvørmátið. Liturin og fjaðralongdirnar.

Týdningur

Silvurbramafiskur hevur lítlan týdning í fiskivinnuni og ongan her hjá okkum.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Silvurbramafiskur
Lat:Pterycombus brama
Azo:Xaputa-borboleta
Dan:Sølvbrasen
Eng:Rough pomfret, Atlantic fanfish
Fra:Poisson-éventail atlantique
Ísl:Silfurbrami
Nor:Sølvbrasme
Spa:Voladora
Sve:Fengömmare
Týs:Silberbrassen
USA:Atlantic fanfish

Viðkomandi tíðindi

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira

  • Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2024

    Mest loyvda veiða í 2024 lækkar munandi fyri norðhavssild og nakað fyri makrel, men hækkar nakað fyri svartkjaft. Makrelur Tilmælið fyri makrel er 739.386 tons fyri 2024, sum er ein…

    Les meira