
Sars-úlvfiskur
Lycenchelys sarsii
Lítil, langur og klænur. Høvdið er um tvær ferðir so breitt sum kroppurin. Poknur fram við yvirkjaftinum. Kroppurin nakað avlangur í tvørskurði, breiddin er væl minni enn hæddin. Kropshæddin við gotið er um 5% av fullari longd.
Útbreiðsla
Undir Føroyum er hann fingin eystur av bankunum eystanfyri. Er annars fram við Noregsstrondini frá Skagerrak til Finnmørkina, Kolanes og Svalbarðs. Er skrásettur undir Íslandi og í Eysturgrønlandi. Vestanfyri í Atlantshavinum er hann fingin á Grandbanka og í Davisfirði.

Stødd
Verður upp í einar 12-15 cm langur.
Dýpi
Botnfiskur úr 150 m niður í 600 m dýpi. Undir Føroyum er hann fingin millum 400 m og 500 m.
Litur
Grábrúnligur um bakið og nakað niður á síðurnar, meira ella minni ójavnur kantur móti tí ljósara búkinum.
Eyðkenni
Breiða høvdið. Minnir í útsjónd um gestfisk, álakenda- og sporllanga úlvfisk. Uggafjøðurin røkkur næstan til fremra enda á ryggfjøðurini.
Týdningur
Ongan vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
| Før: | Sars-úlvfiskur | 
| Lat: | Lycenchelys sarsii | 
| Dan: | Sars porebrosme, Sars ålebrosme | 
| Eng: | Sar’s wolf eel | 
| Ísl: | Sars-álbrosma | 
| Nor: | Sørlig ålebrosme | 

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
 - Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár- Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið millum tað allarbesta, ið Havstovan nakrantíð hevur mátað.… 
 - Jákup Sverri aftur av makreltúri- Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarnar, verður felags túrfrágreiðing skrivað. Viðkomandi tíðindi 
 - Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum- Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at djóraæti kann nørast og… 
 - Jákup Sverri liðugur við sildakanningar- Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga lítið at síggja av sild. Norðhavssild var at síggja í… 

 
    