
Sars-úlvfiskur
Lycenchelys sarsii
Lítil, langur og klænur. Høvdið er um tvær ferðir so breitt sum kroppurin. Poknur fram við yvirkjaftinum. Kroppurin nakað avlangur í tvørskurði, breiddin er væl minni enn hæddin. Kropshæddin við gotið er um 5% av fullari longd.
Útbreiðsla
Undir Føroyum er hann fingin eystur av bankunum eystanfyri. Er annars fram við Noregsstrondini frá Skagerrak til Finnmørkina, Kolanes og Svalbarðs. Er skrásettur undir Íslandi og í Eysturgrønlandi. Vestanfyri í Atlantshavinum er hann fingin á Grandbanka og í Davisfirði.

Stødd
Verður upp í einar 12-15 cm langur.
Dýpi
Botnfiskur úr 150 m niður í 600 m dýpi. Undir Føroyum er hann fingin millum 400 m og 500 m.
Litur
Grábrúnligur um bakið og nakað niður á síðurnar, meira ella minni ójavnur kantur móti tí ljósara búkinum.
Eyðkenni
Breiða høvdið. Minnir í útsjónd um gestfisk, álakenda- og sporllanga úlvfisk. Uggafjøðurin røkkur næstan til fremra enda á ryggfjøðurini.
Týdningur
Ongan vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
| Før: | Sars-úlvfiskur | 
| Lat: | Lycenchelys sarsii | 
| Dan: | Sars porebrosme, Sars ålebrosme | 
| Eng: | Sar’s wolf eel | 
| Ísl: | Sars-álbrosma | 
| Nor: | Sørlig ålebrosme | 

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
 - Fingu egghylkir av ringhávi í trolið- Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlaga á Bankarygginum, sunnan fyri Føroyabanka. Fleiri sløg… 
 - Framvegis nógv til av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak- Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis nógv at fáa av toski, hóast nøgdin var nakað… 
 - Gýtandi svartkalvi fingin við Føroyar- Á sætta sinni hevur Havstovan nú skrásett ein svartkalva við rennandi rognum undir Føroyum. Tað varð gjørt á árliga svartkalvatúrinum í juni. Talan var um ein rognafisk, sum var 79… 
 - Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni- Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýtingarøkjum. Hesi økini eru, har bátarnir… 

 
    