{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Rútarkongur

Neocyttus helgae

Rútarkongur er smalur og høgurfiskur, umleið líka langur sum høgur, mest sum einfýrkantur settur upp á hornið. Ryggfjøðurin og gotfjøðurin byrja á hornunum, ovast og niðast, fremst við hørðuteinunum, og síðan teir bleytaru aftur til klingruna. Hann hevur heldur smáar uggafjaðrar. Búkfjaðrarnar eru smáar. Stórurpíkur fremst í teimum. Hann hevur lítlan stert, lítlan kjaft og stór eygu. Strikan er bogin yvir uggafjøðurini.

Útbreiðsla

Rútarkongur er undir Føroyum og Íslandi til Portugals, Madeira og Asoroyggjarnar.

Stødd

Rútarkongur verður upp í umleið 30 cm langur.

Dýpi

Hann er djúpvatnsfiskur úr 900 m niður á 1200 m. Vestan fyri Føroyabanka er hann fingin á 1000 m dýpi.

Litur

Hann er gráligur, kanska ljósagulbrúnligur. Kápa og fjaðrar eru dimmar.

Eyðkenni

Tað sermerkta kropsskapið. Hørðu teinarnir í búkfjaðrunum, rygg- og gotfjøðurini.

Týdningur

Hann hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Rútarkongur
Lat:Neocyttus helgae
Eng:False boarfish
Ísl:Gøltur

Viðkomandi tíðindi

Framvegis nógv til av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak

19.09.2025

Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis nógv at fáa av toski…

Gýtandi svartkalvi fingin við Føroyar

25.06.2025

Á sætta sinni hevur Havstovan nú skrásett ein svartkalva við rennandi rognum undir Føroyum. Tað varð gjørt á árliga svartkalvatúrinum í juni. Talan va…

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni

07.04.2025

Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýti…

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…