{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Útbreiðsla, lívfrøði og fiskiskapur eftir reyðsprøku og tungu undir Føroyum

Áramál
2021 - 2024
Fígging
Havstovan, Fiskivinnuroyndir, Faroe Islands Sustainable Fisheries, Felagið Trolbátar
Fólk á Havstovuni
Hannipoula Olsen, Gunn Hansen og Tóra Reinert
Endamálið við verkætlanini er at fáa meira at vita um útbreiðslu, lívfrøði og fiskiskap av reyðsprøku og tungu undir Føroyum við tí fyri eyga at gera eina stovnsmeting av nevndu fiskasløgum. Lítið hevur verið gjørt við flatfisk, her í millum reyðsprøku og tungu, á Havstovuni í fleiri ár vegna vantandi fígging. Til eina skilagóða stýring av fiskiskapinum av reyðsprøku og tungu er neyðugt við meiri og dagførdari vitan um útbreiðslu og lívfrøði (so sum vøkstur, búning, ferðing, føði) hjá fiskinum, hvussu fiskiskapurin ávirkar stovnin, og staðfesta um hetta er ein føroyskur stovnur burturav ella ikki. Tískil verður savnað inn nýtt datatilfar komandi árini á yvirlitstúrum og av landingum, eins og alt tøkt datatilfar verður viðgjørt.