
Lútkens úlvfiskur
Lycodes reticulatus
Hann er langur og mjávaksin fiskur. Kropshæddin við fremra enda á gotfjøðurini er um 13% av heildarlongdini. Uggafjøðurin er um 16-17% av heildarlongdini. Hann hevur ongan stert, men rygg- og gotfjøðurin ganga saman í ein spíss á sporlsendanum. Hann hevur eina striku mitt aftur eftir síðuni. Roðsla er fram til fremra enda á ryggfjøðurini. Hann er roðsluleysur undir búkinum og á ómakaðu fjaðrunum. Av gronini til fremra enda á gotfjøðurini eru um 48% av heildarlongdini.
Útbreiðsla
Lútkens úlvfiskur er lítið kendur. Menn vita bert um tveir slíkar fiskar á okkara leiðum, annar teirra er veiddur í Hetlandsrennuni í 1910 á 1098 metra dýpi. Lútkens úlvfiskur er vanligari í tí kalda sjónum í Norðurhavinum, við Svalbarð og í Davisfirði.

Stødd
Lútkens úlvfiskur verður upp í 49 cm langur.
Dýpi
Hann er fingin millum 839 metrar og 1098 metrar. Hann er í køldum sjógvi, umleið ÷1°C.
Litur
Hann hevur døkkan lit, 5-6 ljós bond frá ovara kanti á ryggfjøðurini og nakað niður á síðurnar, er helst ljósur eisini tvørtur um nakkan og aftur til kápuna.
Eyðkenni
Longdin av gronini til gotfjøðurina. Hann hevur eina striku.
Týdningur
ann hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
| Før: | Lútkens úlvfiskur | 
| Lat: | Lycodes reticulatus | 
| Ísl: | Djúpmjóri | 

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
 - Svartkjaftakanningar sunnanfyri- Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar í tíðarskeiðinum 20. mars til 5. apríl 2024. Ekkóvirðir (nøgd) av svartkjafti, Jákup Sverri 20/3-5/4… 
 - Framvegis nógv av toski á Føroyabanka, sum tó er rak í mun til onnur ár- Árligu vár-yvirlitstrolingarnar á Føroyabanka vóru gjørdar tann 13.-17. mars 2024 við rannsóknarskipinum “Jákup Sverra”. Einans 13 trolstøðir av 29 vórðu kannaðar í ár, av tí at Jákup Sverri fekk tekniskar… 
 - Eitt vet meira av toski á føroyska landgrunninum- Rannsóknarskipið “Jákup Sverri” hevur gjørt ta árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har 100 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis sera lítið at fáa av toski, men kortini… 
 - Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast- Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum… 

 
    