{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Lodna

Mallotus villosus

Lodna er mjávaksin fiskur, javnt høgfrá høvdi til got. Hon hevur eina ryggfjøður mitt á bakinum. Hon hevur eina fitifjøður, festið er minst 1,5 ferðir longri enn hæddin. Hon hevur eina gotfjøður. Búkfjaðrarnar sita mitt á fiskinum, undir fremra enda á ryggfjøðurini. Uggafjaðrarnar eru heldur stórar og eru niðarlaga á uggunum. Kynini bæði hava eitt sindur ymiska útsjónd, serliga í gýtingartíðini. Teir vaksnu siljafiskarnir eru lodnir á síðunum og hava størri uggafjaðrar. Roðslan er lítil og tunn. Strikan er bein og gongur frá kápuni aftur í stertin. Ein súrligur, agurkukendur roykur gongur at henni.

Útbreiðsla

Í Barentshavinum, Hvítahavinum og suður til Skagerrak. Við Jan Mayen, undir Íslandi og í Eysturgrønlandi. Í Vesturgrønlandi og í Hudsonflógvanum, suður í Mainevíkina. Í Beringshavinum og suður til Korea og Oregon. Lodna gongur onkuntíð í torvum í føroyskum sjógvi norðanfyri, men annars sløðast einstakar eisini inn á firðirnar. Lodnuyngul er javnan at síggja í føroyskum sjógvi.

Stødd

Lodna verður upp í 23 cm long.

Dýpi

Hon gongur í torvum uppi í sjónum, úr vatnskorpuni niður á 300 m, djúpast um dagin. Hon gýtir við botnin úr 2 niður á 100 metra dýpi.

Litur

Lodna er gul-grøn um bakið. Síðurnar eru blankar, og ein myrk strika er ovarlaga eftir síðunum. Ungir fiskar eru næstan litleysir, gjøgnumskygdir.

Eyðkenni

Tann lodna síðan á siljafiskunum og fitifjøðurin.

Týdningur

Lodna er virðismikil fiskur, ið verður veiddur í stórum nøgdum, mest til ídnað.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Lodna, Lodnasild, Lodnusild
Lat:Mallotus villosus
ala:Anmugrun
Dan:Lodde
Eng:Capelin
Fin:Villakuore
Fra:Capelan
Gri:Kapelános
Grø:Ammassak, Angmagssak, Angmagssaq
Ísl:Loðna, Barsíli ??, Hæringur ??, Loðka, Loðsíld, Loðsíli, Loðsilungur, Vorsíli
Ita:Capelin
Jap:Karafuto-shishamo, Kowakasagi no rui
Ned:Lodde, Kaplaan, Smaelt
Nor:Lodde
Pol:Gromadnik
Por:Capelim
Rus:Mojva, Moiva
Spa:Capelán
Sve:Lodda, Lodd
Týs:Lodde, Capelin
USA:Capelin

Viðkomandi tíðindi

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira

  • Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2024

    Mest loyvda veiða í 2024 lækkar munandi fyri norðhavssild og nakað fyri makrel, men hækkar nakað fyri svartkjaft. Makrelur Tilmælið fyri makrel er 739.386 tons fyri 2024, sum er ein…

    Les meira