{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Ljósa silvurøks

Argyropelecus hemigymnus

Ljósa silvurøks hevur stuttan, tunnan og høgan bul. Høvdið er stórt, og kjafturin er upprendur. Rørdánað eygu, ið venda beint uppeftir. Sporlið er nakað langt og klænt. Ryggfjøðurin er fremst á sporlinum. Hon hevur lága fitifjøður á sporlinum. Uggafjaðrarnar eru niðast undir kápuni. Gotfjaðrarnar eru tvær. Hon hevur sýldan stert. Týðilig ljósgøgn eru undir búkinum og niðast á sporlinum.

Útbreiðsla

Ljósa silvurøks er um øll flógv høv. Hon er undir Grønlandi og Føroyum til Suðurafrika og vestara part av Miðjarðarhavinum, sløðist til Íslands. Hon er frá New Jersey til Argentina. Er eisini í Indiahavinum og Kyrrahavinum. Undir Føroyum er hon fingin m.a. á Fugloyarbanka og suður av Munkagrunninum.

Stødd

Ljósa silvurøks verður upp ímóti 4 cm.

Dýpi

Hon er uppsjóvarfiskur úr 50 m niður á 800 m. Hon er eisini inni á landgrunninum, møguliga við botnin.

Litur

Hon er dimm um bakið, silvurlitt um síðurnar og glær um sporlið við tveimum dimmum bondum um sporlið. Hon hevur ljósgøgn undir búkinum og á sporlinum. Ljósgøgnini eru perlumóðurlitt.

Eyðkenni

Skapið minnir um ein lítlan rukolykil, bulurin og høvdið eru lyklahandfangið. Hon er svørt, silvurlitt og glær. Hon hevur høgt og flatkroyst kropsskap og tvørbond um sporlið.

Týdningur

Ljósa silvurøks hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Ljósa silvurøks
Lat:Argyropelecus hemigymnus
Azo:Pai-velho
Dan:Sølvøkse, Halvnøgen sølvøkse
Eng:Silver hatchetfish, Axefish, Hatchet fish
Fin:Hopeahelmiäiskala
Fra:Hache d’argent courte, Haches d’argent
Ísl:Suðræni silfurfiskur
Ita:Ascia d’argento
Jap:Tengan-mune-eso
Nor:Flekket perlemorsfisk
Pol:Topornik wylupiasty
Spa:Pez hacha, Pesce accetta
Sve:Fläckig pärlemorfisk
Týs:Mittelmeer Silberbeil
USA:Silver hatchetfish

Viðkomandi tíðindi

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira

  • Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2024

    Mest loyvda veiða í 2024 lækkar munandi fyri norðhavssild og nakað fyri makrel, men hækkar nakað fyri svartkjaft. Makrelur Tilmælið fyri makrel er 739.386 tons fyri 2024, sum er ein…

    Les meira

  • Toskur á Føroyabanka – hvar er hann komin frá?

    Innleiðsla Tað er eisini munur á arvatilfarinum hjá toski á Føroyabanka samanborið við aðrar toskastovnar. Toskur á Føroyabanka veksur sera skjótt fyrstu árini og er longu yvir 80 cm langur…

    Les meira