{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Lálla

Glyptocephalus cynoglossus

Lálla er høgravendur flatfiskur. Strikan er næstan bein. Kjaftklovin kemur inn undir høgra eyga. Hon hevur lítlan kjaft. Eitt sindur hvøss er hon at føla eftir bakinum. Breiddin á kroppinum er minni enn helvtina av standardlongdini. Ryggfjøðurin er av nakkanum aftur í klingruna, gotfjøðurin er frá gotinum aftur í klingruna. Hon hevur smáar uggafjaðrar og smáar búkfjaðrar, pík við gotið.

Útbreiðsla

Lálla er vanlig undir Føroyum. Hon er á landgrunninum og út av bankunum. Hon er undir Suðurgrønlandi og Íslandi. Frá Murmansk fram við Noregi inn í Kattegat og donsku sundini. Runt Bretsku Oyggjarnar til Biskeia. Hon er undir Norðuramerika frá Baffinslandi og Labrador til Cape Cod.

Stødd

Lálla verður upp í 60 cm long, men vanliga um 30-45 cm.

Dýpi

Lálla er úr 25 metrum á firðum og sundum niður á 1500 metra dýpi til havs.

Litur

Hon er ljósbrúngrá á eygnasíðuni. Uggafjøðurin er svørt á ytru helvt og hevur ofta smala, hvíta rond uttast á endanum. Blindumegin hevur lállan ein grómutan, ljósan lit, og uggafjøðurin hevur sama lit. Allir litirnir eru eitt sindur kámir, uttan teir svart/hvítu á høgru uggafjøður. Hon hevur ofta smáar, veikar, døkkar blettir um bak og fjaðrar. Hon er eitt sindur glær, so at tað næstan sæst ígjøgnum hana.

Eyðkenni

Einasti flatfiskur við littari uggafjøður. Rættiliga ‘flatur’ flatfiskur. Tann beina strikan. Lítli kjafturin.

Týdningur

Lálla fæst bert í smáum nøgdum undir Føroyum, men hon hevur prís á fiskamarknaðum.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Lálla
Lat:Glyptocephalus cynoglossus
Dan:Skærising
Eng:Witch, Brill, Flet, Grey Sole, Pade Dab, Pale dab, Pole dab, Torbay Sole, Whitch Flounder, White Sole, Witch flounder
Fin:Mustaeväkampela
Fra:Plie cynoglosse, Fausse limande, Limande gauche, Limande rose, Limande rouge, Sloop balai, Tourne à gauche
Gri:Kalkáni
Ísl:Langlúra
Ita:Passera lingua di cane
Jap:Akashitabirame
Ned:Witje, Hondstong
Nor:Mareflyndre, Hundetunge, Raudtunge, Sleipflyndre, Sleiptunge, Smørflyndre
Pol:Szkarlacica, Ptastugi
Por:Solhão, Lingva
Rus:Krasnaja kambala, Dlinnaja kambala
Spa:Mendo, Mando, Mendo falso lenguado
Sve:Rødtunga, Jydetunga, Mareflundra, Maretunge, Skärflundra, Sockerskädda
Týs:Rotzunge, Zungenbutt
USA:Grey sole

Viðkomandi tíðindi

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira

  • Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2024

    Mest loyvda veiða í 2024 lækkar munandi fyri norðhavssild og nakað fyri makrel, men hækkar nakað fyri svartkjaft. Makrelur Tilmælið fyri makrel er 739.386 tons fyri 2024, sum er ein…

    Les meira