{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Krøkilskrutt

LArtediellus atlanticusat. navn

Krøkilskrutt er nakað bulmikil fiskur, klænur um klingruna. Tað hevur tvær mest sum áfastar ryggfjaðrar, fremri partur er harður, aftari bleytur. Tað hevur eina gotfjøður. Uggafjaðrarnar eru stórar og røkka aftur til fremra enda á gotfjøðurini. Búkfjaðrarnar eru smáar og smalar, sita heilt frammi undir øsinum. Tað hevur stóran stert. Strikan er týðilig og hevur um 17-24 slipupoknur. Skræðan er sløtt. Høvdið er nakað flatt omaná. Kjafturin er miðalstórur við smáum tonnum. Á gronini og á skallanum eru nakrir heilt smáir naddar. Á kápuni eru tveir smáir píkar hvørjumegin. Tann ovari er hvassur, vísir uppeftir og er bogin, krókutur.

Útbreiðsla

Tað er norðan fyri og eystan fyri Føroyar, út av landgrunninum. Við Svalbarð, í syðra parti av Barentshavinum til Novaja Semlja, suður til Skagerrak, Orknoyggjar og Írlands. Tað er undir Íslandi, í Eysturgrønlandi og Vesturgrønlandi, úr Davisfirði suður til Cape Cod.

Stødd

Krøkilskrutt verður í mesta lagi 15 cm langt.

Dýpi

Tað er úr 30 metrum niður á 900 metra dýpi. Tað er djúpast suðuri á leiðunum. Undir Føroyum heldur krøkilskruttið til í kalda sjónum úr Norðurhavinum úr knøppum 300 metrum niður á góðar 500 metra dýpi.

Litur

Ymsir ljósir ella dimmgráir litir eru við fleiri dimmum, óregluligum tvørbondum ella blettum. Allar fjaðrarnar hava dimm bond tvørtur um teinarnar, úr 2 upp í 5-6.

Eyðkenni

Lítli, flekkuti fiskurin, við krókinum á kápuni.

Týdningur

Krøkilskrutt hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Krøkilskrutt
Lat:Artediellus atlanticus, Artediellus atlanticus europeus, Artediellus uncinatus, Artediellus uncinatus europeus
Dan:Halvulk Atlantisk-
Eng:Hookhorn sculpin, Snowflake hookear sculpin
Fin:Koukkusimppu
Grø:Atlantikup kanajua, Imaviup kanajua
Ísl:Krækill
Nor:Krokulke
Pol:Garbonos
Rus:Atlantichesky krjuçkorogij byçok, Atlantichesky krjuckorogij bycok, Evropejskij krjuckorogij bycok, Evropejskij krjuçkorogij byçok
Sve:Halvulk
USA:Atlantic hookear sculpin

Viðkomandi tíðindi

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira

  • Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2024

    Mest loyvda veiða í 2024 lækkar munandi fyri norðhavssild og nakað fyri makrel, men hækkar nakað fyri svartkjaft. Makrelur Tilmælið fyri makrel er 739.386 tons fyri 2024, sum er ein…

    Les meira