
Íshavssúgfiskur
Careproctus reinhardti
Íshavssúgfiskur hevur kubbut skap, hann er tjúkkur framman, klænur aftan, bleytur, minnir um hvalspýggju. Hann hevur eina ryggfjøður av klingruni fram á nakkan, eina gotfjøður av klingruni heilt fram til gotið. Gotið er eitt eygnatvørmát frá súgvikoppinum. Hann hevur stórar uggafjaðrar, ovari partur sum vanligar fjaðrar, niðari meira trevsutur. Búkfjaðrarnar eru samanvaksnar í ein súgvikopp, sum situr undir búkinum og er til støddar sum eygað. Høvdið er stórt, og gronin er avkubbað, eyguni sita næstan fremst á høvdinum, tey eru miðalstór, og framman fyri eyguni eru tveir nasagluggar fram úr høvdinum. Stór slipuop eru á gronini oman fyri yvirkjaftin og á undirkjaftinum. Hann hevur smá táknaop og lítlan stert. Skræðan er tjúkk og tykist glærut.
Útbreiðsla
Íshavssúgfiskur er í køldum sjógvi frá Labrador til Massachussetts. Úr Eystur- og Vesturgrønlandi til Jan Mayen, Svalbarðs og í Laptevhavið. Hann er undir Íslandi, Føroyum og Noregi. Hann er í Hetlandsrennuni og í Skagerrak.

Stødd
Íshavssúgfiskur verður upp í 30 cm langur.
Dýpi
Hann er úr 100 m niður á 2000 m.
Litur
Hann er gulur ella reyðgulur. Ein feril av bláligum liti er á ryggfjaðrunum og gotfjaðrunum.
Eyðkenni
Langa gotfjøðurin og langa ryggfjøðurin. Flata gronin. Tveir nasagluggar.
Týdningur
Íshavssúgfiskur hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Íshavssúgfiskur |
Lat: | Careproctus reinhardti, Careproctus longipinnis |
Dan: | Spidshalet ringbug, Reinhardts ringbug, Snotfisk |
Eng: | Longfin snailfish, Sea tadpole |
Ísl: | Hveljusogfiskur |
Nor: | Nordlig ringbuk, Liten ringbuk |
Sve: | Slemsugare |
USA: | Longfin snailfish |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Tilmæli 2024
Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…
ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…
Merking av fiski á Føroyabanka
Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin. Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…
Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni
Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…