
Íshavsbrynjukrutt
Leptagonus decagonus
Íshavsbrynjukrutt er langur og klænur fiskur við stórum og breiðum høvdi og longum og klønum sporli. Tjúkkast er íshavsbrynjukrutt um aftasta partin av høvdinum. Høvuðbreiddin er umleið 1/6 av heildarlongdini. Høvd og kroppur eru sett við nadda-beinplátum, hart, beinut og stívt at føla. Skeggtræðrir eru á undirkjaftinum. Tað hevur tvær ryggfjaðrar, umleið eins til støddar. Gloppið millum ryggfjaðrarnar er umleið so stórt sum ryggfjaðrafestini. Tær rættiliga stóru uggafjaðrarnar røkka aftur um fremru ryggfjøðurina. Tað hevur smáar búkfjaðrar tætt saman millum uggafjaðrarnar. Tað hevur eina gotfjøður, ið situr undir aftaru ryggfjøður og er til støddar sum hon. Sterturin er lítil og rundligur.
Útbreiðsla
Íshavsbrynjukrutt er í køldu høvunum norðanfyri. Tað er á djúpum vatni undir Føroyum. Við Svalbarð, Jan Mayen, í Barentshavinum, Karahavinum og Hvítahavinum og heilt eystur í Beringshavið og Okhotskhavið. Tað er undir Íslandi og í Eysturgrønlandi. Í Baffinsflógvanum og Davisfjørðinum, til Nýfundlands og Grand Banka.

Stødd
Íshavsbrynjukrutt verður í mesta lagi 22 cm langt.
Dýpi
Tað er úr vatnskorpuni niður á 930 metra dýpi, vanliga úr 120 m niður á 500 m. Undir Føroyum er tað fingið niður á 710 metra dýpi. Tað er í sjóvarhita úr + 4,4°C niður á ÷ 1,7° C.
Litur
Tað er gul/brúngrátt um kroppin, ljósari undir búkinum. 2-3 dimmir blettir ella krossbond eru á síðunum. Uggafjaðrarnar eru svartar undir.
Eyðkenni
Líkist mest brynjukrutti. Munur teirra millum er m.a., at íshavsbrynjukrutt er væl smalri um høvdið og er mjávaksnari. Stórt glopp er ímillum ryggfjaðrarnar. Svarti liturin innarumegin á uggafjaðrunum. Píkar eru á nakkanum.
Týdningur
Íshavsbrynjukrutt hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Íshavsbrynjukrutt |
Lat: | Leptagonus decagonus |
Dan: | Arktisk panserulk |
Eng: | Atlantic Poacher, Arctic Pogge |
Grø: | Kanajorlak |
Ísl: | Áttstrendingur |
Nor: | Tiskjegg |
Rus: | Leptagon, Morskaya lisichka |
Sve: | Smalskaggsimpa |
USA: | Atlantic Poacher |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár
Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið millum tað allarbesta, ið Havstovan nakrantíð hevur mátað.…
Jákup Sverri aftur av makreltúri
Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarnar, verður felags túrfrágreiðing skrivað. Viðkomandi tíðindi
Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum
Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at djóraæti kann nørast og…
Jákup Sverri liðugur við sildakanningar
Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga lítið at síggja av sild. Norðhavssild var at síggja í…