{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Háfiðringur

Alepisaurus ferox

Háfiðringur er klænur og langvaksin fiskur. Hægstur við uggafjaðrarnar og mjækkar aftureftir. Ryggfjøðurin er stór og høg, er av nakkanum aftur móti fitifjøðurini. Fitifjøðurin er beint frammanvert klingruna. Gotfjøðurin byrjar undir aftara enda á ryggfjøðurini og kemur aftur undir fitifjøðurina. Uggafjaðrarnar eru langar, og búkfjaðrarnar eru ikki stórar. Hann hevur stóran, sýldan stert, ovara stertafjøður er longri. Høvdið er stutt og mjátt. Kjafturin er beinur og kemur aftur um eyguni. Tenninar eru misjavnt stórar.

Útbreiðsla

Háfiðringur er sjáldsamur um okkara leiðir, men er fingin undir Íslandi, í Grønlandi og undir Føroyum. Hann er vanligari suðuri við Kanariuoyggjarnar, Madeira og Asoroyggjarnar. undir Føroyum er ein fingin í Kalsoyarfirði í 1885, og aftur ein í 1888, men eisini í troli suður av Føroyabanka. er annars um øll høv, suður á umleið 43°S og norður á 62°30’n.

Stødd

Háfiðringur verður upp í 215 cm langur.

Dýpi

Benthopelagiskur fiskur. Hann er bæði á djúpum og á grunnum vatni, úr vatnskorpuni niður á 1830 metrar.

Litur

Hann er dimmur um bakið og silvurglitrandi um síðurnar.

Eyðkenni

Klæni og langi fiskurin og tann høga og stóra ryggfjøðurin eyðkenna háfiðring.

Týdningur

Hann hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Háfiðringur
Lat:Alepisaurus ferox
Ala:Pacific lancetfish
Azo:Peixe-cavalo
Dan:Langsnudet skalpelfisk
Eng:Longnose lancetfish
Fra:Cavalo ocelle, Cavalo féroce, Lancier longnez
Gri:Alepisavros
Ísl:Stóri føldungur
Ita:Sauro feroce
Jap:Mizu-uo
Pol:Zaglon
Por:Lírio ferro
Spa:Lanzón picudo, Barracuda, Conejo, Lansón naris larga
Sve:Ødlevargfisk
Týs:Lanzenfisch
USA:Longnose lancetfish

Viðkomandi tíðindi

  • Tilmæli 2024

    Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira

  • Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…

    Les meira