Grønlandstussi
Himantolophus groenlandicus
Kropsskapið er flatt og nærum eins høgt og langt. Eina ryggfjøður hevur hann aftast móti klingruni. Eina gotfjøður hevur hann beint undir ryggfjøðurini. Báðar hava fýra grovar teinar og eru eins til støddar. Uggafjaðrarnar eru smáar og eru mitt á síðunum og ongar búkfjaðrar. Táknaopini eru beint aftan fyri uggafjaðrarnar. Sterturin hevur seks grovar teinar. Ein høg og tjúkk mastur stendur upp úr enninum, mitt millum tey smáu eyguni. Masturin er um 50% av standardlongdini. Stórur skúvur er ovast á mastrini. Grønlandstussi hevur stórt høvd og stóran kjaft. Á kroppinum eru nakrir knubbutir vøkstir, líkir gjari. Tveir nakað spískir píkar standa upp úr enninum oman fyri eyguni. Eftir bakinum eru nakrir spískir naddar.
Útbreiðsla
Grønlandstussi er sjáldsamur fiskur. Hann er fingin sunnanfyri í føroyskum sjógvi. Hann er eisini fingin úti fyri Noregi, Grønlandi og Íslandi, við Asoroyggjarnar, Nova Scotia, Bermuda, Surinam og Vesturafrika. Í Kyrrahavinum er hann úti fyri Japan og teivan til Nýsælands, og er eisini í Indiahavinum.
Stødd
Kvennfiskar verða upp í 60 cm langir. Kallfiskar verða ikki longri enn 4 cm. Mátini eru standardmát. Kallfiskar eru ikki sæddir at vera fastgrónir uppi á kvennfiskunum og mugu tí metast at vera fríttsvimjandi.
Dýpi
Grønlandstussi er úr 100 metrum niður á 830 metrar, helst eisini djúpari.
Litur
Hann er grásvartur.
Eyðkenni
Runda skapið. Stongin og skúvurin upp úr enninum.
Týdningur
Hann hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Grønlandstussi |
Lat: | Himantolophus groenlandicus |
Dan: | Reinhardts fakkelangler |
Eng: | Atlantic footballfish |
Fra: | Football atlantique |
Ísl: | Lúsifer |
Jap: | Chôchin-ankô |
Pol: | Maszkara |
USA: | Atlantic footballfish |
Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá…
Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið
Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á forvitnisliga Sjósavninum eru tey altíð…
Meir av toski og nógv av hýsu
Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nøgdin er tó enn væl undir…
Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár
Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið millum tað allarbesta, ið Havstovan nakrantíð hevur mátað.…