
Blálaksur
Bathylagus euryops
Blálaksur er eitt sindur bleytur at føla. Kropshæddin er størri enn breiddin. Hægstur er hann um nakkan og lækkar líðandi aftureftir. Hann hevur smáar fjaðrar, eina ryggfjøður, ið situr beint frammanvert miðjan fiskin, eina fitifjøður aftur móti klingruni. Uggafjaðrarnar sita niðast á uggunum. Búkfjaðrarnar sita um miðjan fiskin. Gotfjøðurin er rættiliga long, er hægst framman, lækkar aftureftir. Hann hevur lítlan stert, nakað sýldur og stóra roðslu. Høvdið er lítið, umleið eins høgt, og tað er langt. Hann hevur stór eygu. Táknaopini eru smá og koma umleið hálvan vegin upp frá øsinum móti strikuni. Hann hevur lítlan og upprendan kjaft fremst á gronini, kjaftarnir eru javnir.
Útbreiðsla
Blálaksur er í Davisfirði og við Nýfundland til Antarktis. Í Eysturgrønlandi, undir Íslandi og Føroyum, vestan fyri Bretsku Oyggjarnar. Suður til Vestur- og Suðurafrika. Eisini í Kyrrahavinum.

Stødd
Blálaksur verður upp í umleið 20 cm langur.
Dýpi
Hann er uppi í sjónum úti á djúpum vatni. Sigst at vera úr 20 metra dýpi niður á 1500 metra dýpi.
Litur
Hann er bláligur, myrkur um høvdið, blásvartur um kjálkarnar.
Eyðkenni
Stóru eyguni fremst á gronini og lítli kjafturin.
Týdningur
Blálaksur hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Blálaksur |
Lat: | Bathylagus euryops |
Dan: | Sortsmelt |
Eng: | Goitre black smelt, Goiter blacksmelt |
Fra: | Garcette-goitre |
Ísl: | Skjár, Blálax |
Spa: | Esperlan |
USA: | Goiter blacksmelt |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Tilmæli 2024
Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…
ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…
Merking av fiski á Føroyabanka
Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin. Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…
Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni
Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…