
Tøkutannfiskur
Anoplogaster cornuta
Tøkutannfiskur er djúpvatnsfiskur, sum er høgur og smalur. Hann hevur stóran kjaft í mun til longdina. Fiskurin hevur ógvusligar tøkutenn, sum hava givið honum navnið tøkutannfiskur.
Útbreiðsla
Útbreiðsluøkið er um alla verðina, úr tropiskum sjógvi til tempereraðan og subtropiskan sjógv. Tøkutannfiskur er at finna sum larva heilt uppi í vatnskorpuni í 15 hitastigum, og sum vaksin heilt niðri á 4000 metrum, har tað er kalt. Vaksin tøkutannfiskur er mest at finna á 500 til 2000 metra dýpi, har hitin er millum 4 og 6 hitastig. Hann livir fyri tað mesta niðri við botn (bathypelagist) og eisini nakað upp frá botni (mesopelagiskt)
Í føroyskum øki varð hann fyrstu ferð skrásettur í 2015, har hann var fingin á 800 metra dýpi norðan fyri Føroyabanka.

Stødd
Tøkutannfiskur blívur upp til 18 cm langur.
Dýpi
Hann livir niður á 4000 metra dýpi, men er mest frá 500 metrum niður á 2000 metrar.
Litur
Tøkutannfiskur er svartur á liti.
Eyðkenni
Tær ógvusligu tøkutenninar og svarti liturin.
Týdningur
Tøkutannfiskur hevur ongan vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
| Før: | Tøkutannfiskur |
| Lat: | Anoplogaster cornuta |
| Dan: | Troldfisk |
| Eng: | Common fangtooth, fangtooth, ogrefish |
| Fra: | Ogre |
| Ísl: | Bjúgtanni |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið
16.10.2025
Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlag…

Framvegis nógv til av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak
19.09.2025
Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis nógv at fáa av toski…

Gýtandi svartkalvi fingin við Føroyar
25.06.2025
Á sætta sinni hevur Havstovan nú skrásett ein svartkalva við rennandi rognum undir Føroyum. Tað varð gjørt á árliga svartkalvatúrinum í juni. Talan va…

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni
07.04.2025
Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýti…

Tilmæli 2025
16.12.2024
Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025
29.11.2024
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið
07.10.2024
Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu
16.09.2024
Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…
