
Arktiskur prikkafiskur
Protomyctophum arcticum
Arktiskur prikkafiskur er lítil, nakað bulmikil fiskur. Hann hevur eina ryggfjøður, eina fitifjøður, smáar uggafjaðrar, smáar búkfjaðrar og stóra gotfjøður. Uggafjaðrarnar røkka ikki aftur til gotfjøðurina ella ryggfjøðurina. Heldur ikki búkfjaðrarnar røkka hagar. Sporlið omaná hevur næstan einki opið glopp, alt er sett við ryggfjøður og fitifjøður, og aftast við stertin er eitt ljósgagn. Smá ljósgøgn eru undir búkinum og fram við gotfjøðurini. Ljósgagnið oman á klingruni, er størri enn hini.
Útbreiðsla
Hann er fingin á djúpum vatni norðan fyri Føroyar. Annars frá Labrador og Nýfundlandi til Davisfjørðin, Eysturgrønlands, Norðurnoregs og Biskeia.

Stødd
Arktiskur prikkafiskur verður upp í umleið 6 cm langur.
Dýpi
Hann er miðsjóvarfiskur, úr 90 metrum niður á 850 metrar.
Litur
Hann er silvurblankur.
Eyðkenni
Fiskastøddin og ljósgøgnini. Undir sporlinum er týðiligt glopp millum tey bæði aftastu ljósgøgnini við stertin og tey, ið eru fremri.
Týdningur
Arktiskur prikkafiskur hevur ikki havt vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
| Før: | Arktiskur prikkafiskur |
| Lat: | Protomyctophum arcticum |
| Azo: | Lobisomem, Divertido |
| Can: | Arctic telescope, Télescope arctique |
| Dan: | Arktisk prikfisk |
| Ísl: | Íshafslaxsíld |
| Nor: | Nordatlantisk lysprikkfisk |
| Rus: | Arkticskije svetjascijsja ancous |
| Sve: | Arktisk prickfisk |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið
Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlaga á Bankarygginum, sunnan fyri Føroyabanka. Fleiri sløg…

Framvegis nógv til av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak
Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis nógv at fáa av toski, hóast nøgdin var nakað…

Gýtandi svartkalvi fingin við Føroyar
Á sætta sinni hevur Havstovan nú skrásett ein svartkalva við rennandi rognum undir Føroyum. Tað varð gjørt á árliga svartkalvatúrinum í juni. Talan var um ein rognafisk, sum var 79…

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni
Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýtingarøkjum. Hesi økini eru, har bátarnir…
