
Álakendi úlvfiskur
Lycenchelys muraena
Álakendi úlvfiskur er langvaksin, klænur og smidligur, hevur mest sum állaskap. Hann er umleið helvtina so breiður, sum hann er høgur. Kroppurin er væl klænri enn høvdið, og høvuðlongdin er um 13% av heildarlongdini. Hann hevur lítlan kjaft, ið kemur aftur mitt undir eygað. Eyguni eru smá. Hann hevur stuttan bul, og av gronini aftur til gotið er um ein triðing av heildarlongdini. Hann hevur eina ryggfjøður og eina gotfjøður, tær eru samanvaksnar aftast á sporlinum. Hann hevur ikki stert. Ryggfjøðurin er úr sporlsendanum fram á hálva uggafjøðurina. Gotfjøðurin er úr sporlsendanum fram til gotið. Báðar eru lágar. Hann hevur stórar uggafjaðrar og smáar búkfjaðrar. Sansigøgn eru eftir kápuni og oman fyri yvirkjaftin. Tvey smá ‘horn’ eru frammarlaga á yvirkjaftinum. Hann hevur tvær strikur. Onnur er frá ovast á kápuni á skák niður og aftur um gotið. Hin er úr sporlsendanum, fram eftir síðuni til umleið yvir gotið.
Útbreiðsla
Í Davisfjørðinum. Í Eysturgrønlandi til Svalbarðs, í Karahavi, í Hetlandsrennuni og norðan fyri Íslandsryggin.

Stødd
Álakendi úlvfiskur verður í mesta lagi 22 cm til longdar.
Dýpi
Hann er botnfiskur, úr 350 metra dýpi niður á 1700 metra dýpi, hann er í sjógvi kaldari enn 3,4°C.
Litur
Hann er javnt dimmbrúnur ella gulbrúnur. Hann hevur ongar blettir ella strikur.
Eyðkenni
Álla- og høvuðskapið. Langi, smali kroppurin og strikurnar. Javni liturin. Ryggfjøðurin kemur fram á hálva uggafjøðurina. Teinar í ryggfjaðrunum og gotfjaðrunum í tali. Hann minnir í skapi um gestfisk, sporllanga úlvfisk og sars-úlvfisk.
Týdningur
Hann hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
| Før: | Álakendi úlvfiskur |
| Lat: | Lycenchelys muraena |
| Dan: | Muræne-porebrosme |
| Ísl: | Álbrosma |
| Nor: | Hav-ålebrosme |
| Pol: | Likomu |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið
Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlaga á Bankarygginum, sunnan fyri Føroyabanka. Fleiri sløg…

Framvegis nógv til av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak
Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis nógv at fáa av toski, hóast nøgdin var nakað…

Gýtandi svartkalvi fingin við Føroyar
Á sætta sinni hevur Havstovan nú skrásett ein svartkalva við rennandi rognum undir Føroyum. Tað varð gjørt á árliga svartkalvatúrinum í juni. Talan var um ein rognafisk, sum var 79…

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni
Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýtingarøkjum. Hesi økini eru, har bátarnir…
