
Huldukrutt
Cottunculus thomsonii
Huldukrutt er høvuðstórur fiskur, høvdið er um 30% av heildarlongdini. Hægst er huldukrutt fremst á bulinum, mjækkar aftureftir, og klingran er kløn. Tað hevur stór eygu ovarlaga í heysinum, lítlan kjaft, og kjaftklovin er týðiliga frammanvert eyguni. Huldukrutt hevur slætta skræðu og er roðsluleyst. Ein-tveir naddar eru við eyguni og tveir á nakkanum. Tað hevur eina ryggfjøður, av nakkanum aftur í klingruna og eina gotfjøður, frá gotinum aftur í klingruna, báðar eru lágar framman og hægri aftan. Huldukrutt hevur stórar uggafjaðrar, sum røkka umleið aftur á hálvan fiskin, smáar búkfjaðrar og stóran, mjáan stert.
Útbreiðsla
Huldukrutt fæst av og á eystan fyri, sunnan fyri og vestan fyri Føroyar. Annars er tað í hellingunum frá Útnyrðingsafrika, fram við Evropa, um Føroyar og Ísland til Eysturgrønlands og Vesturgrønlands. Tað er eisini við eysturstrond Norðuramerika, frá North Carolina til Labrador.

Lívfrøði
Stødd
Huldukrutt verður upp í 45 cm langt.
Dýpi
Tað er úr 100 metrum niður á 1600 metra dýpi.
Litur
Tað er grábrúnligt. Litirnir eru kámir. Fjaðrarnar eru ofta heldur dimmari enn kroppurin.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Huldukrutt | |
Lat: | Cottunculus thomsonii | |
Dan: | Thomsons paddeulk | |
Eng: | Pallid sculpin | |
Fra: | Cotte blême | |
Ísl: | Tómasarhnýtill |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Gýtandi svartkalvi fingin við Føroyar
Á sætta sinni hevur Havstovan nú skrásett ein svartkalva við rennandi rognum undir Føroyum. Tað varð gjørt á árliga svartkalvatúrinum í juni. Talan var um ein rognafisk, sum var 79…
Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni
Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýtingarøkjum. Hesi økini eru, har bátarnir…
Tilmæli 2025
Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini. Fyri…
ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá…