
Svarti súgfiskur
Paraliparis bathybius
Hóast súgfiskur, so hevur hann ikki súgvikopp undir búkinum, men hevur í staðin búkfjaðrar, ið sita heilt frammi undir øsinum. Høvdið er um 20%, ella minni, av standardlongdini. Táknaopini eru smá og sita oman fyri uggafjaðrarnar. 3-4 teir niðastu teinarnir í uggafjaðrunum eru berir. Uggafjaðrarnar røkka aftur til gotfjøðurina. Hann hevur heilt lítlan stert. Skræðan er sløtt og hálvavegna gjøgnumskygd. Helst eru sløg í polarhavinum, ið eru nær í ætt við henda fiskin.
Útbreiðsla
Hann er í Grønlandshavinum, Barentshavinum, í havinum norðan fyri og eystan fyri Føroyar og Ísland og í Davisfirði.

Stødd
Svarti súgfiskur verður upp í umleið 27 cm langur.
Dýpi
Hann er í kalda sjónum norðanfyri bæði við botnin og uppfrá úr 600 m niður á 2000 m.
Litur
Hann er svartbrúnur, uggafjaðrarnar og høvdið hava ein farra av blásvørtum liti.
Eyðkenni
Stødd, litur, og hann hevur ikki súgvikopp. Tveir nasagluggar.
Týdningur
Svarti súgfiskur hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
| Før: | Svarti súgfiskur |
| Lat: | Paraliparis bathybius |
| Can: | Black seasnail, Limace noir |
| Dan: | Arktisk dybhavsringbug |
| Ísl: | Úthafssogfiskur |
| Nor: | Svart ringbuk |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið
Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlaga á Bankarygginum, sunnan fyri Føroyabanka. Fleiri sløg…

Framvegis nógv til av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak
Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis nógv at fáa av toski, hóast nøgdin var nakað…

Gýtandi svartkalvi fingin við Føroyar
Á sætta sinni hevur Havstovan nú skrásett ein svartkalva við rennandi rognum undir Føroyum. Tað varð gjørt á árliga svartkalvatúrinum í juni. Talan var um ein rognafisk, sum var 79…

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni
Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýtingarøkjum. Hesi økini eru, har bátarnir…
