{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Sjóprónur

Entelurus aequoreus

Sjóprónur líkist øðrum sjónálum, langur og klænur. Tjúkkastur er hann um bulin, sporlið klænkar aftur í nærum einki. Tranturin er eins langur og ella longri enn høvdið, og kjafturin er bendur upp. Hann hevur ikki uggafjaðrar, búkfjaðrar ella gotfjaðrar, og bert ein viðfáning av sterti. Ryggfjøðurin er eisini heilt lítil og situr beint framman fyri miðjuna á fiskinum, og miðjan á fjøðurini er væl framman fyri gotið. Ringar eru tvørtur um kroppin, framman fyri gotið eru 28 upp í 31, og aftan fyri eru 60 upp í 69. Ringarnir eru týðiligir á deyðum fiski. Teir hómast neyvan á livandi fiski. Hetta er fiskur, sum livir úti á havinum, tó at hann eisini fæst við land.

Útbreiðsla

Hann er av Suðurlandinum í Íslandi til Føroya, Noregs og inn í Kattegat. Hann er suður við strondum Evropa til Portugals og er eisini við Asoroyggjarnar.

Stødd

Sjóprónur verður upp í 60 cm langur. Undir Føroyum er vanlig longd 30-50 cm.

Dýpi

Sjóprónur er fingin úr 5 m niður á 600 m dýpi. Undir Føroyum er hann fingin á landgrunninum, á Føroyabanka og í flótitroli sunnan fyri Føroyar á 400-600 m dýpi. Hann er onkuntíð funnin í fjøruni í Føroyum. Sæst av og á í fiskamaga.

Litur

Hann er brúnligur ella gulligur við dimmum tvørbondum.

Eyðkenni

Nálalíka skapið. Gotið er undir aftara enda á ryggfjøðurini. Hann hevur bert stert og ryggfjøður.

Týdningur

Hann hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Sjóprónur
Lat:Entelurus aequoreus
Dan:Snippe
Eng:Snake pipefish
Fin:Merineula
Fra:Entélure de mer
Ísl:Stóra sænál
Ned:Adderzeenaald, Adder, Zeenaald
Nor:Stor havnål, Store tangnål
Por:Cavallo marinho
Rus:Zmeevidnaja igla ryba
Sve:Större tangnål, Stor havsnål
Týs:Große Schlangennadel

Viðkomandi tíðindi

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira

  • Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2024

    Mest loyvda veiða í 2024 lækkar munandi fyri norðhavssild og nakað fyri makrel, men hækkar nakað fyri svartkjaft. Makrelur Tilmælið fyri makrel er 739.386 tons fyri 2024, sum er ein…

    Les meira