{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Laksur

Salmo salar

Laksur er smidligur fiskur. Hann hevur eina ryggfjøður mitt á bakinum, eina lítla fitifjøður aftarlaga móti klingruni og eina gotfjøður, har aftari endi er umleið undir fitifjøðurini. Sterturin er nakað innbogin. Strikan er bein. Siljafiskar fáa stóran krók á undirkjaftin í gýtingartíðini um heystið. Kjaftbeinini røkka umleið inn undir aftaru rond á eygunum. Anadromur fiskur.

Útbreiðsla

Hann er fram við landi og á víðum havi, frá Norðurportugal til Hvítahavið. Í Eystarasalti, við Bretsku Oyggjarnar, undir Føroyum, Íslandi, við Jan Mayen og í Grønlandi. Hann er frá Labrador til Connecticut. Í áum og vøtnum í hesum somu londum.

Stødd

Hann verður upp í 150 cm langur.

Dýpi

Umframt at vera í áum og vøtnum er laksur eisini í sjónum, úr vatnskorpuni og niður á kanska 140 m, og helst eisini djúpari.

Litur

Laksur er svartbláur um bakið, silvurskínandi um síðurnar, og undir búkinum er hann hvítligur, rómalittur. Ójavnir, svartir blettir eru um síðurnar, á kápuni og kjálkunum. Í gýtingartíðini um heystið skiftir laksur lit og verður brúnligur við blettum. Fiskurin í laksi er ljósareyður.

Eyðkenni

Laksur kann verða mistikin fyri sjósíl. Laksur hevur úr 10 upp í 13, vanliga 11, roðslur frá fitifjøðurini til strikuna. Á fremsta táknaboga, inni í boganum, eru táknatindarnir allir rættiligir tindar.

Týdningur

Laksur hevur stóran vinnuligan týdning.

ES

Tað er óvist, um laksur fyrr í tíðini hevur verið í føroyskum áum, men laksurin nú í tíðini er innfluttur úr útlondum og settur út í ávísar áir her.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Laksur, Smolt
Lat:Salmo salar
Dan:Laks
Eng:Salmon, Baggit, Beastie, Beikat, Ben, Bradan, Brankie, Brannock, Candaraig, Candavaig, Caul iron, Cockspur, Dukes fish, Grey salmon, Grilse, Iasg druimein, Kelt, Kipper, Lax, Ligger fish, Parr, Queer fella, Queer fish, Rawner, Red fish, Reister, Ronnal, Smolt
Fin:Lohi, Lohki
Fra:Saumon
Gri:Solomós
Grø:Atlantikup kapisilia, Kapisilik
Ísl:Lax
Ita:Salmone, Salmone del Renq
Jap:Sake masu rui
Ned:Zalm
Nor:Laks
Pol:Losos, Tosos
Por:Salmão
Rus:Semga, Loso’s, Sjomga
Spa:Salmón
Sve:Lax
Týs:Lachs, Stint
USA:Salmon

Viðkomandi tíðindi

  • Tilmæli 2024

    Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira

  • Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…

    Les meira