{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Lakstobis

Paralepis coregonoides

Lakstobis er langur og mjávaksin fiskur, høvdið er langt og spískt. Ryggfjøðurin er væl aftan fyri miðjan fiskin. Fitifjøðurin er tætt aftur móti klingruni. Hon hevuruggafjaðrar og búkfjaðrar. Gotfjøðurin er aftast á sporlinum. Eftir strikuni eru 59-61 roðslur. Ryggjargeislar eru 67-73 í tali.

Útbreiðsla

Hon er frá norðara pólkringi suður til Kanariuoyggjarnar, vestara Miðjarðarhav og eisini í vestara parti av Atlantshavi til Meksikoflógvan. Í føroyskum sjóøki er hon fingin vestanfyri og sunnanfyri.

Stødd

Lakstobis verður upp í 50 cm long.

Dýpi

Hon er miðsjóvarfiskur á djúpum vatni, úr umleið 50 m niður á 1000 metra dýpi.

Litur

Livandi er hon silvurlitt, dimmari á bakinum. Trolveidd er roðslan avfarin, og liturin er tá ljósabrúnligur, ljósari niðarlaga á fiskinum. Kápan er dimm eins og táknaholan.

Eyðkenni

Búkfjaðrarnar eru eitt vet fremri enn ryggfjøðurin. Nasagluggarnir eru beint yvir aftara enda á yvirkjaftinum. Á hinum lakstobisunum er yvirkjafturin aftari.

Týdningur

Lakstobis hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Lakstobis
Lat:Paralepis coregonoides
Azo:Barracudinha
Dan:Nordisk lakstobis, Lakstobis
Eng:Lancetfish
Fra:Lussion
Grø:Putorutorsôak
Ísl:Stóra geirsíli
Ita:Barracudina coregonoide
Nor:Laksetobis
Pol:Skwaran lancetka, Dlugoszczuk
Por:Peixe grato, Fura pau
Rus:Paralepis
Sve:Nordlig laxtobis
Týs:Lachsspierling

Viðkomandi tíðindi