{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Krystallstubbi

Crystallogobius linearis

Kroppurin er langur, samankroystur um síðurnar og er roðsluleysur. Hann hevur tvær ryggfjaðrar og eina gotfjøður. Gotfjøðurin og aftara ryggfjøður eru serliga langar, sterturin er breiður og eitt sindur innbogin. Kynini bæði eru nakað ymisk. Fremra ryggfjøður á siljafiskunum er væl vaksin og hevur tveir teinar. Búkfjaðrarnar eru samanvaksnar, ein skræðulepi er millum fjaðrarnar frammantil. Á rognafiskunum eru hesar fjaðrar kryplaðar. Rognafiskar eru tannleysir. Siljafiskar hava eitt rað av tonnum, og í gýting fáa teir tvær tøkutenn fremst í undirkjaftinum.

Útbreiðsla

Krystallstubbi er frá griksku strondini gjøgnum Miðjarðarhavið, norður við strondunum í Evropa til Tromsø og Kattegat og runt Bretsku Oyggjarnar. Hann er sjáldsamur í Føroyum, men er fingin á Kollafirði og á Føroyabanka.

Stødd

Rognafiskar verða upp í 4 cm og siljafiskar 5 cm.

Dýpi

Hann er úr fjøruni og út á 400 metrar. Eisini nakað uppi í sjónum í torvum.

Litur

Hann er glærur, er litleysur og kroppurin er næstan krystallklárur, tó einstakir svartir smáblettir eru her og har. Tá fiskurin er deyður, hvítnar hann. Á livandi krystallstubba sæst innvølurin, og hjartað sæst sláa. Ryggjargeislarnir hómast eisini kámt.

Eyðkenni

Krystallklári fiskurin, støddin og ryggfjaðrarnar.

Týdningur

Hann hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Krystalstubbi
Lat:Crystallogobius linearis
Dan:Krystalkutling
Eng:Crystal goby
Fin:Lasitokko
Ita:Ghiozetto cristallino, Llengüeta blanca
Nor:Krystallkutling
Pol:Babka krysztalowa
Spa:Gobio de cristal
Sve:Glasbult, Glasstubb
Týs:Kristallgrundel

Viðkomandi tíðindi