
Kámi úlvfiskur
Lycodes pallidus
Kámi úlvfiskur er lítil, mjávaksin fiskur. Strikurnar eru tvær. Onnur er mitt aftur eftir síðuni og sæst ikki væl. Hin er niðari, frá oman fyri uggafjaðrarnar á skák niðureftir og nakað aftur við gotfjøðurini. Hann hevur eina ryggfjøður, sum gongur frá um hálvari uggafjøðurini og aftur á sporlsendan. Hann hevur stórar uggafjaðrar, ið eru um 11-14% av heildarlongdini. Hann hevur eina gotfjøður frá gotinum aftur á sporlsendan. Stertur er eingin, men rygg og gotfjøður renna saman aftast á sporlsendanum. Búkfjaðrarnar eru smáar, um 2 til 2,5% av heildarlongdini. Av gronini aftur til gotið eru um 41-45%, og kropshæddin við fremra enda á gotfjøðurini er um 8-10% av heildarlongdini. Ryggjargeislarnir eru 90-93 í tali. Roðslan kemur fram til uggafjaðrarnar. Hann er roðsluleysur framman fyri ryggfjøðurina og undir búkinum.
Útbreiðsla
Kámi úlvfiskur er í tí kalda sjónum norðanfyri, í Eysturgrønlandi, á Norðurlandinum og Eysturlandinum í Íslandi, við Jan Mayen, Svalbarð og eystur til Sibiria. Hann er eisini við Kanada suður til Labrador og St. Lawrenceflógvan. Millum Ísland og Føroyar og norður av Føroyabanka. Við Svalbarð er hann fingin í sjógvi, sum er +3°C.

Stødd
Kámi úlvfiskur verður í mesta lagi umleið 26 cm langur, vanliga 15-20 cm langur.
Dýpi
Í føroyskum sjógvi er hann fingin norður av Føroyabanka á 750-800 m, og norðan fyri Føroyar millum 760-1250 m. Við Sibiria er hann á heilt grunnum vatni, 40 m ella grynri. Vanliga annars úr 60 m niður á 980 m, djúpast sunnast í útbreiðsluøkinum.
Litur
Hann hevur kámar litir, bleikt gulbrúnur um kroppin, hevur 6-8 nakað óreglulig, kám, ljós tvørbond. Gamlir fiskar hava vanliga ikki hesi bond, og teir verða eisini myrkari og javnari í litunum.
Eyðkenni
Kámi liturin. Lítli fiskurin. Hann hevur tvær strikur.
Týdningur
Kámi úlvfiskur hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
| Før: | Kámi úlvfiskur |
| Lat: | Lycodes pallidus |
| Dan: | Bleg ålebrosme |
| Ísl: | Følvi mjóri |
| USA: | Pale eelpot |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið
Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlaga á Bankarygginum, sunnan fyri Føroyabanka. Fleiri sløg…

Framvegis nógv til av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak
Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis nógv at fáa av toski, hóast nøgdin var nakað…

Gýtandi svartkalvi fingin við Føroyar
Á sætta sinni hevur Havstovan nú skrásett ein svartkalva við rennandi rognum undir Føroyum. Tað varð gjørt á árliga svartkalvatúrinum í juni. Talan var um ein rognafisk, sum var 79…

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni
Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýtingarøkjum. Hesi økini eru, har bátarnir…
