
Gestfiskur
Echiodon drummondi
Gestfiskur er langur og mjáur fiskur. Hann er væl hægri, enn hann er breiður. Hann hevur ikki búkfjaðrar og ikki stert. Hann hevur eina ryggfjøður og eina gotfjøður. Tær eru frá frammarlaga á fiskinum og renna saman í ein spíss aftast á sporlsendanum. Gotfjøðurin kemur eitt vet longur fram enn ryggfjøðurin, fram á hálva uggafjøðurina. Gotið er við fremra enda á gotfjøðurini, mitt undir uggafjaðrunum. Uggafjaðrarnar eru smáar. Hann hevur lítið høvd og stóran kjaft. Eygað situr yvir miðjuni á ovara kjaftbeini. Tvær týðiligar tøkutenn hevur hann fremst í hvørjum kjaftinum, tær ovaru koma fram um undirkjaftin. Annars eru tenninar smáar. Hann hevur stuttan bul og langt sporl.
Útbreiðsla
Gestfiskur er undan Íslandi til Suðurnoregs og Norðsjógvin. Hann er undir Bretsku oyggjunum. Undir Føroyum fæst hann á landgrunninum.

Stødd
Gestfiskur verður í mesta lagi 32 cm langur.
Dýpi
Hann er niður á minst 400 metra dýpi.
Litur
Gestfiskur er ljósur, gráligur, eitt sindur glærur, eitt lítið sindur ljósareyðsilvurlittur. Hann er silvurlittur undir búkinum, á kápuni og í eygunum. Hann hevur dimmar blettir/strikur á høvdinum og á ryggfjaðrarrondini og gotfjaðrarrondini.
Eyðkenni
Gestfiskur kennist væl á tøkutonnunum, minnir í skapi um djúpáll og tey trý sporlklønu úlvfiskasløgini. Gestfiskur er ofta inni í trælsrassum av ymsum slagi, antin hann so livir har ella krógvar seg fyri fíggindum.
Týdningur
Hann hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
| Før: | Gestfiskur |
| Lat: | Echiodon drummondi, Carapus drummondi, Fierasfer dentatus |
| Dan: | Snyltefisk, Fierasfer |
| Eng: | Pearlfisk |
| Ísl: | Sníkir |
| Nor: | Snyltefisk |
| Sve: | Tandfierasfer |
| Týs: | Eingeweidefisch |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið
Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlaga á Bankarygginum, sunnan fyri Føroyabanka. Fleiri sløg…

Framvegis nógv til av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak
Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis nógv at fáa av toski, hóast nøgdin var nakað…

Gýtandi svartkalvi fingin við Føroyar
Á sætta sinni hevur Havstovan nú skrásett ein svartkalva við rennandi rognum undir Føroyum. Tað varð gjørt á árliga svartkalvatúrinum í juni. Talan var um ein rognafisk, sum var 79…

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni
Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýtingarøkjum. Hesi økini eru, har bátarnir…
