{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Blettuta hornabrosma

Gaidropsarus vulgaris

Blettuta hornabrosma er langvaksin og eitt sindur tjúkk. Tvey horn eru við nasagluggarnar, og triðja hornið er finnan á lippuni. Hon hevur tvær ryggfjaðrar. Tann fremra er stutt og lág og stendur í eini foyru á bakinum, og fremsti teinur er eitt vet hægri enn hinir og er styttri enn eygnatvørmátið. Fremra ryggfjøðurin er av nakkanum til umleið yvir hálvar uggafjaðrarnar. Aftara ryggfjøður er høg og long. Hon byrjar beint aftan fyri fremru ryggfjøður og røkkur næstan aftur til stertin. Eina gotfjøður frá stertinum fram um hálvan fiskin. Uggafjaðrarnar eru rættiliga stórar og rundar. Búkfjaðrarnar eru smáar, men næstfremstu teinarnir eru væl longri enn hinir. Sterturin er heldur stórur og væl rundaður. Høvdið er breitt og heldur stórligt. Kjafturin er stórur og kemur langt aftur um eyguni. Strikan er nógv bogin yvir uggafjøðurini.

Útbreiðsla

Blettuta hornabrosma er undir Føroyum til Noregs, suður við strondunum í Evropa og inn í Miðjarðarhavið. Hon er eisini í Kattegat og Skagerrak. Er eisini fingin undir Íslandi.

Stødd

Blettuta hornabrosma verður upp í 60 cm long. Tann størsta, ið veidd er undir Føroyum, var 45 cm.

Dýpi

Hon er úr fjøruni og út á minst 130 metra dýpi.

Litur

Blettuta hornabrosma er tann ‘reyðasta’ av hornabrosmunum. Um bakið er hon reyð ella reyðbrún. Undir búkinum er hon ljósareyð, laksalitt. Hon hevur stórar, ójavnar, myrka brúnligar blettir á høvdinum, bulinum og sporlinum, umframt á stertinum, uggafjaðrunum og ryggfjaðrunum.

Eyðkenni

Tvey horn og finna. Longdin á fremsta teini í fremru ryggfjøðurini. Tann reydligi liturin. Myrkabrúnligu blettirnir á høvdinum, fjaðrunum og bakinum.

Týdningur

Blettuta hornabrosma hevur ikki vinnuligan týdning

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Blettuta hornabrosma, Tríhyrnta hornabrosma
Lat:Gaidropsarus vulgaris, Gaidropsarus tricirratus, Onos tricirrata
Dan:Tretrådet havkvabbe
Eng:Three bearded rockling, Whistler
Fin:Rantamade, Kolmiviiksinen merimade
Fra:Motelle commune, Aholatza, Blountek, Lochet, Loquette, Motelle á trois barbillons
Ísl:Blettabyrfill
Ita:Motella maculata, Pecorella
Ned:Driedradige meun
Nor:Treskjegget tangbrosme, Tretrådet tangbrosme
Por:Laibeque, Larote, Lulâo, Pico d’el rei
Rus:Trehusyj nalim
Spa:Lota, Abarbada, Madre angula, Mostel
Sve:Tretømmad skärlånga
Týs:Dreibärtelige Seequappe

Viðkomandi tíðindi

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira

  • Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2024

    Mest loyvda veiða í 2024 lækkar munandi fyri norðhavssild og nakað fyri makrel, men hækkar nakað fyri svartkjaft. Makrelur Tilmælið fyri makrel er 739.386 tons fyri 2024, sum er ein…

    Les meira