{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Nøgdin av makreli minkar í Norðurhøvum

Úrslitini frá árligu felagskanningunum av makreli, har Føroyar luttóku saman við Noregi, Danmark og Íslandi, eru nú tøk. Vísitalið av makreli fyri Norðurhøv lækkar 42 % samanborið við í fjør. Hetta er annað árið á rað tølini lækka, men síðani 2020 er vísitalið lækkað heili 80 % (Mynd 1).

Útbreiðslan av makreli í Norðurhøvum er minkað munandi seinastu fimm árini. Makrelurin hevur tikið seg longur og longur eystur, og í ár er vestara markið út fyri eysturlandið í Íslandi. Somuleiðis er ein minking farin fram norðarlaga í kanningarøkinum, soleiðis at makrelurin nú stendur mest sum mitt í Norskahavinum (Mynd 2). Ein minking er eisini at síggja í føroyskum øki.

Í Norðsjónum minkaði vísitalið av makreli 18 % í mun til í fjør.

Vísitalið fyri norðhavssild lækkaði 24 % í mun til í fjør. Tað er serliga 2016 árgangurin, 8 ára gomul sild, sum sæst í kanningunum, og sum umboðar 56 % av allari sildaveiðuni. Hesin árgangurin er góður, meðan árgangirnir rundan um eru vánaligir. Útbreiðslan av norðhavssild sæst á Mynd 3.

Vísitalið fyri svartkjaft er á sama støði sum í fjør. Nógv av trý og fýra ára gomlum svartkjafti er at síggja víða um. Lítið er til av stórum svartkjafti, men nógv av yngli frá í vár (2024 árgangurin) var at síggja í útsynningspartinum av føroyskum øki. Útbreiðslan av svartkjafti sæst á Mynd 4.

Úrslitini frá hesum kanningunum, saman við øðrum kanningum og veiðutølum frá í fjør, eru júst latin arbeiðsbólkinum WGWIDE, sum í hesum døgum ger stovnsmetingar av uppsjóvarfiski í ICES. Úrslitini av stovnsmetingunum verða tøk 30. september. Les alla frágreiðingina her.

Mynd 1. Mett nøgd av makreli í yvirlitstrolingini á sumri (milliónir tons), tíðarskeiðið 2007-2024.
Mynd 2. Útbreiðsla og nøgd (tons) av makreli í yvirlitstrolingini summarið 2024.
Mynd 3. Útbreiðsla og nøgd (ekkóvirðir) av norðhavssild summarið 2024.
Mynd 4. Útbreiðsla og nøgd (ekkóvirðir) av svartkjafti summarið 2024.

Eydna í Homrum

Deildarleiðari – Tilfeingi

Lívfrøðingur, Ph.D

eydnap@hav.fo / +298 79 39 26

Vangi í PURE / Greinar / CV

Viðkomandi tíðindi

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025

30.09.2024

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025 Mest loyvda veiða í 2025 lækkar munandi fyri makrel og nakað fyri svartkjaft, meðan ein lítil hækking er í tilm…

Nøgdin av makreli minkar í Norðurhøvum

29.08.2024

Úrslitini frá árligu felagskanningunum av makreli, har Føroyar luttóku saman við Noregi, Danmark og Íslandi, eru nú tøk. Vísitalið av makreli fyri Nor…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2024

29.09.2023

Mest loyvda veiða í 2024 lækkar munandi fyri norðhavssild og nakað fyri makrel, men hækkar nakað fyri svartkjaft. Makrelur Tilmælið fyri makrel er 739…

Minni av makreli í Norðurhøvum

24.08.2023

Makrelkanningarnar í juli vístu, at minni av makreli er í Norðurhøvum enn undanfarin ár. Vísitalið er tað minsta síðani 2007. Samanborið við í fjør er…

Jákup Sverri liðugur við makrelkanningar

26.07.2023

Mánadagin 17. juli kom Jákup Sverri aftur av árligu makrelkanningunum norðanfyri. Makrelur var fingin víða um í kanningarøkinum, men fyri tað nógva í …

Jákup Sverri ger makrelkanningar

13.07.2022

Síðstu tvær vikurnar hevur Jákup Sverri luttikið í altjóða makrelkanningum saman við íslendingum, norðmonnum og dønum. Tó at kanningarnar hava verið n…

Makrelgýting við Føroyar kannað

11.07.2022

Í mai kannaði Jákup Sverri makrelgýting á leiðunum sunnan og vestan fyri Føroyar. Flest makrelegg vóru at síggja fram við hellingini á europeiska land…