{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Yvirlitstroling – djúpt

Jákup Sverri, túrur nr. 2346

Tíðarskeið: 28/9-07/10 2023

Ábyrgd: Petur Steingrund

Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna botnfisk á djúpum leiðum. Hetta er ein yvirlitstroling fyri djúpvatnsfisk í føroyskum sjógvi. Áherðsla verður løgd á at kanna m.a. gulllaks, blálongu, brosmu, stinglaks,  langasporl, trantkongafisk og svartkalva. Hitin við botn varð eisini skrásettur.

Samandráttur

Árliga yvirlitstrolingin á leiðum djúpari enn umleið 400 m var aftur gjørd í ár, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av fiski og øðrum livandi verum. Yvirlitstrolingarnar vístu, at tað var lítið at fáa av gulllaksi í mun til onnur ár (Talva 1, Mynd 1). Eisini var lítið at fáa av stóra kongafiski, stinglaksi, blálongu og brosmu. Hinvegin var nógv at fáa av glíggjhávi og skrubbhávi. Magakanningar vístu, at svartkalvi og blálonga ótu svartkjaft.

Mynd 1. Kilo per hál fyri nøkur fiskasløg. Tann stóra veiðan av svartkalva í 2023 komst av, at nøkur eyka hál vóru tikin í eystara kanti á landgrunninum.
Mynd 1. Kilo per hál fyri nøkur fiskasløg, framhald.

Talva 1. Yvirlit yvir veiðu, nytrur og magar

SLAGVeiða (kg) í 2023, 51 hálNytrurMagarVeiða (kg) í 2022, 63 hál
SVARTKJAFTUR5607,4758544,167
HÝSA2597,021251783,922
HAVMÚS2332,8754243,911
KJAFTSVARTI KONGAFISKUR1704,1961602,633
TRANTKONGAFISKUR1595,4871322792,077
LÍTLI KONGAFISKUR1438,393831,971
GLÍGGJHAVUR1059,068187,665
SVARTKALVI910,66511641247,818
SKRUBBHÁVUR875,5071168,925
STÓRI KONGAFISKUR666,0403651094,345
STINGLAKSUR535,009401057,137
GULLLAKSUR516,286230112338,640
LANGITRANTUR461,545428,068
BLÁLONGA388,7378319700,250
OSTUR GEODIA SP264,314328,459
NEVHÁVUR239,135239,244
KUBBUTA LANGASPORL182,642209,022
FJAÐURFAGRA HAVMÚS180,192147,265
TINDASKØTA130,109314,033
GAMAL FISKUR129,78177,763
AGNHØGGUSLOKKUR119,907221,232
HVALSPÝGGJ90,951167,394
HAVTASKA86,02064187,210
BÚKSVARTI HÁVUR73,076218,271
SKRAMBUL67,68952,318
OPALHAVMÚS66,894405,796
BROSMA54,5502058,772
ÚLVFISKUR53,41421,159
RINGHÁVUR52,57739,490
MORA52,254208,861
TOSKUR49,8423395,265
VATNHØGGUSLOKKUR47,1420,000
HALAHVASSA SKØTA42,08580,415
SMÁSKRUBBUTI GLÁMUR41,6890,709
BLÁRIDDARI36,77787,476
SKØTA (BATIS)31,7250,000
SJÓNOTA30,2702,821
SLÆTTHØVD27,5201198,350
LONGA25,610581,605
KLINGRUSKØTA22,7919,550
COLLETTS BÚKSVARTI HÁVUR22,6601,790
IGULKER ECHINIDAE20,41213,941
ÚLVFISKABRÓÐIR19,2980,000
KIKARAFISKUR16,62711,710
ISHAVSSKØTA13,6210,000
LÁLLA12,16883,185
GLÆMUFISKUR11,7240,023
SILVURMURTUR11,07416,969
SVARTBLETTUTA LANGASPORL10,30535,560
SVAMPUR9,1411,240
LÝSINGUR8,73015,855
NEBBASKØTA8,16712,305
FERBLETTUTA KVOYSA8,01616,273
REYÐA HORNABROSMA7,8350,378
TINDABAK7,68068,087
MEDUSAHØVD7,0820,000
LÍTLABROSMA6,09954,336
KLÆNASPORL4,71612,425
SVARTHAVUR4,335795,866
KRYTTLINGUR3,5220,025
LÍTLIGLÁMUR3,3675,731
MJÁI PRIKKAFISKUR3,27513,599
SVARTFISKUR3,2668,262
UPSI2,91017,240
TRÆLSRASSUR1,81623,159
LÍTLI KRYTTLINGUR1,7540,000
STREYMGÁGGA SP1,1690,000
RAEKJA PASIPHAEA SP0,9981,720
LÍTLA LAKSATOBIS0,8620,000
KROSSFISKUR ASTERIIDAE0,6451,098
RÆKJA SCLEROCRANGON SP0,6390,004
KORALL LOPHELIA0,53050,978
MATHØGGUSLOKKUR0,5150,000
HVASSASPREK0,4366,470
SNÍPUÁLLUR0,3420,000
ÍSHAVS SÚGFISKUR0,3300,324
BOA-DREKAFISKUR0,2090,064
UMBELLULIDAE0,1910,000
GUNTERS LANGASPORL0,1613,046
SLOANS ORMSFISKUR0,0700,916
MJÁIKJAFTUR0,0550,228
RÆKJA CRANGONIDAE0,0440,000
SJÓRUNNUR KORNUTI0,03420,809
SEILUR0,0300,024
KRØKILSKRUTT0,0270,000
SÆVARANGI0,0245,244
RÆKJA PANDALIDAE0,0110,053
DJÚPÁLLUR0,0030,000
TILSAMANS23124,18569683 

Um túrin

Vit fóru av Havnini hósdagin 28/9 kl. 20. Hetta var tvær vikur seinni enn vanligt, tí umvælingar máttu gerast á Jákup Sverra. Vit byrjaðu at taka støðir vestan fyri Mykines og fóru síðan til økið norður av Føroyabanka og Ytrabanka. Vegna ringt veður fóru vit í vestara kant á Munkagrunninum og tóku støðir suðureftir og síðan í eystara og norðrara kanti á Landgrunninum. Fóru inn á Havnina mikudagin 4/10 at landa og skifta fólk. Tóku síðan støðir frá Wyville Thomson rygginum og vestur á Ytrabanka. Har endaðu vit túrin og fóru beinleiðis yvir til merkingartúrin (túr 2348), har vit merktu fisk á Føroyabanka. Vóru á Havnini týsmorgunin 10/10 kl 08.00.

Prøvatøka

Veiðan varð viðgjørd sambært kanningarætlanini og sýnishondbókini. Yvirlit yvir veiðu, nytrur og magar (Talva 1) er víst niðanfyri. Búningarstigini til botnfisk (búning 1-7, talva 4.4.1 í Sýnishondbókini) vórðu brúkt fyri øll fiskasløg, undantikið gulllaks (búning 1-7, egin), kongafisk (búning 1-4, talva 4.4.3), langasporl (búning 1-4, talva 4.4.5), havtasku (búning 1-5, egin) og stinglaks (búning 1-5, egin).

Reiðskapur                   

Stjørnutrol við 40 mm meskum í posanum. Rockhopper grunnur (24-24in), Seahunter Vágslemmar (6.5m2; 2.250kg). 120 m breitlar. Starmon-Oddi temperatur- og dýbdarmátari festur á høvuðlínuni.

Viðmerkingar               

Viðmerkingar (smálutir av ymsum slagi) til túrin eru skrivaðar í imp-útskriftirnar og í dokumentið Tur2346d.txt.

Fólk við frá Havstovuni

Poul Vestergaard, Luis Ridao Cruz (fyrru viku), Regin Kristiansen (fyrru viku), Rúni Akralíð (fyrru viku), Durita Sørensen (seinnu viku), Tóra Winther Reinert (seinnu viku) og Petur Steingrund (kanningarleiðari).

Túrfrágreiðingar

  • Summaryvirlitstroling – Landgrunnur

    Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2430 og 2432 Tíðarskeið: 3-26/8 2024 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at fáa til vega taltilfar, ið skal nýtast í […]

    Les meira

  • Yngul- og ætikanning

    Jákup Sverri, túrur nr. 2426 Tíðarskeið: 12-26/6 2024 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yngul og æti á Landgrunninum og Føroyabanka, og fáa eitt […]

    Les meira

  • Yvirlitstrolingar eftir makreli – Kanna makrel og vistskipan

    Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2428 Tíðarskeið: 27/6-14/7 2024 Ábyrgd: Eydna í Homrum Endamál: Endamálið við túrinum var at kanna útbreiðslu og nøgd av makreli, norðhavssild og svartkjafti í Norðuratlantshavi. […]

    Les meira

Viðkomandi tíðindi

  • Nøgdin av makreli minkar í Norðurhøvum

    Úrslitini frá árligu felagskanningunum av makreli, har Føroyar luttóku saman við Noregi, Danmark og Íslandi, eru nú tøk. Vísitalið av makreli fyri Norðurhøv lækkar 42 % samanborið við í fjør.…

    Les meira

  • Minni av toskayngli í ár

    Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin av fiskayngli er minni í 2024…

    Les meira

  • Gráhávur – ein sjáldsamur gestur

    Herfyri fekk Havstovan ein gráháv (Galeorhinus galeus) at kanna. Hávurin var fingin á línu við Suðuroynna. Hetta er triðja skráseting av gráhávi í føroyskum sjógvi. Tó er hetta fyrsti fiskurin,…

    Les meira

  • Svartkjaftastovnurin væl fyri

    Vísitalið fyri gýtingarstovnin av svartkjafti hækkar við 31% frá í fjør. Tað vísa felags ekkókanningarnar, ið vórðu gjørdar sunnanfyri í føroyskum, bretskum og írskum sjógvi síðst í mars mánað 2024.…

    Les meira