{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Biologisk oceanografi

Túrfrágreiðing

Jákup Sverri, túrur nr. 2520

Tíðarskeið: 23-30/4 2025

Ábyrgd: Eilif Gaard

Endamál: Kanna plantu- og djóraplankton samfelagið og hvussu ymiskir parametrar í umhvørvinum ávirka menningina av planktonsamfelagnum á Landgrunninum og Føroyabanka um várið.

Kanna føðiviðurskiftini hjá fiskalarvum.

Í døgunum 23.-30. apríl blivu kanningar gjørdar við rannsóknarskipinum Jákup Sverra av æti og føðiviðurskiftum hjá fiskalarvum á Landgrunninum og Føroyabanka. Hetta er árstíðin, tá nýklæktar fiskalarvur skulu finna sær sína fyrstu føði, og bæði nøgdirnar og sløgini av æti í sjónum hava avgerandi týdning fyri yvirlivilsið hjá fiskalarvunum. Ta fyrstu tíðina eru tær bert førar fyri at taka smáa føði, sum fyri tað mesta er egg og ungar undan vaksnum djóraæti. Ti hevur nøringin hjá djóraæti um várið stóran týdning fyri fiskalarvurnar. Men fyri at djóraætið kann gýta, má tað eisini fáa føði, og teirra føði er plantuæti. Vit síggja tí, at tá gróðurin kemur í sjógvin, økist gýtingin hjá djóraæti og harvið eisini føðin hjá fiskalarvum. Tað er ójavnt frá ári til annað, nær gróðurin kemur og sostatt eisini, hvussu nógv føði er til fiskalarvurnar, tá tær hava brúk fyri henni.

Túrurin byrjaði á Føroyabanka. Har var frægast av gróðri inni á teimum grynstu økjunum og tað var eisini har, at reyðæti gýtti frægast (Mynd 1). Samanumtikið var gróðurin tó ikki rættiliga komin á Bankanum og djóraætið gýtti nokkso lítið, undantikið mitt inni á Bankanum. Í miðal gýtti reyðæti 5,5 egg/hon/døgn, og tað hevur helst samband við, at gróðurin ikki rættiliga var komin á Bankanum. Eisini vóru nøgdirnar av smáum djóraæti, sum kann vera føði hjá fiskalarvum, sum heild rættiliga smáar og mest var á teimum grynstu støðunum, har eisini mest var av plantuæti. Men av tí at fiskurin á Bankanum sum heild gýtir nakað seinni enn á Landgrunninum, so er sannlíkt, at kanningin á Bankanum er gjørd í fyrra lagi.

Á Landgrunninum var øðrvísi. Har hevur verið smávegis av gróðri meginpartin av apríl, og á túrinum sást, at plantuætið var rættiliga javnt spjatt um allan Landgrunnin. Nógv var av smáum djóraæti, sum er væl egnað føði hjá fiskalarvum. Eisini gýtti reyðæti nógv egg. Í miðal fyri allan Landgrunnin gýtti hvør hon góð 20 egg/døgn. Hetta er sera nógv so tíðliga á árinum. Tær gýttu væl allastaðni á Landgrunninum, men mest í økjunum undir landi norðanfyri og í Sandshavinum, og minst á nøkrum av teimum uttastu støðunum (Mynd 1).

Samanumtikið tykjast føðiviðurskiftini hjá fiskalarvum á Landgrunninum góð. Á Føroyabanka var minni gróður og eisini minni smátt djóraæti, men av tí at fiskurin har gýtir seinni enn á Landgrunninum, er ikki vist at føðiviðurskiftini hjá toskalarvum eru verri har, tá samanum kemur.

Mynd 1. Gýting hjá reyðæti (egg/hon/døgn) á Landgrunninum og Føroyabanka, 23.-30. apríl 2025. Í miðal fyri allan Landgrunnin gýtti hvør hon góð 20 egg/døgn, sum er sera nógv so tíðliga á árinum. Í miðal á Føroyabanka gýtti reyðæti 5,5 egg/hon/døgn. Orsøkin er helst, at gróðurin ikki rættiliga var komin á Bankanum enn.


Túrfrágreiðingar

Biologisk oceanografi

14.05.2025

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2520 Tíðarskeið: 23-30/4 2025 Ábyrgd: Eilif Gaard Endamál: Kanna plantu- og djóraplankton samfelagið og hvussu …

Reyðæti í Bankarennuni

09.10.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2444 Tíðarskeið: 2-9/10 2024 Ábyrgd: Eilif Gaard Endamál: Um heystið og veturin er reyðæti í dvala í djúpum sjó…

Fjarðakanning

27.08.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2434 Tíðarskeið: 27/8 2024 Ábyrgd: Sólvá Jacobsen Endamál: Í firðir at gera kanningar uppi í sjónum og sediment…

Yngul- og ætikanning

26.06.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2426 Tíðarskeið: 12-26/6 2024 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yng…

Standard hydrografi – Streymmátarar út

10.06.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2424 Tíðarskeið: 7-10/6 2024 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at fylgja við…

Standard hydrografi – Streymmátarar upp

22.05.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2420 Tíðarskeið: 15-22/5 2024 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at taka stre…

Biologisk oseanografi

15.05.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2418 Tíðarskeið: 8/5-15/5 2023 Ábyrgd: Eilif Gaard Endamál: At kanna menning av plantu- og djóraplankton samfel…

Standard hydrografi

05.09.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2342 Tíðarskeið: 30/08 – 05/09 2023 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Toktleiðari: Ian Salter Endamál: Endamálið við túrinum e…

Yngul og Æti

29.06.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2330 Tíðarskeið: 15-29/6 2023 Ábyrgd: Hannipoula Olsen Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yngul og æti á Landgru…

Biologisk oceanografi

31.05.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2324 Tíðarskeið: 24/5-31/5 2023 Ábyrgd: Eilif Gaard Endamál: At kanna Menning av plantu- og djóraæti á Landgrunninumum um vári…

Viðkomandi tíðindi

Sildakanningar norðanfyri

13.05.2025

Nakað av sild var at síggja, serliga í altjóða økinum norðanfyri, meðan lítið og onki var at síggja norðast í føroyska sjóøkinum og móti Íslandi. Meir…

Svartkjaftastovnurin í minking

02.05.2025

Vísitalið fyri gýtingarstovnin av svartkjafti í 2025 lækkar við 30% í mun til í fjør. Tað vísa felags ekkókanningarnar, ið vóru gjørdar sunnanfyri í f…

Svartkjaftakanningar sunnanfyri

14.04.2025

Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan sjógv vórðu gjørdar í tíðarskeiðinum 27. mars til 8. apríl 2025. Nógvur svartkjaf…

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025

30.09.2024

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025 Mest loyvda veiða í 2025 lækkar munandi fyri makrel og nakað fyri svartkjaft, meðan ein lítil hækking er í tilm…

Nøgdin av makreli minkar í Norðurhøvum

29.08.2024

Úrslitini frá árligu felagskanningunum av makreli, har Føroyar luttóku saman við Noregi, Danmark og Íslandi, eru nú tøk. Vísitalið av makreli fyri Nor…

Svartkjaftastovnurin væl fyri

16.05.2024

Vísitalið fyri gýtingarstovnin av svartkjafti hækkar við 31% frá í fjør. Tað vísa felags ekkókanningarnar, ið vórðu gjørdar sunnanfyri í føroyskum, br…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…

Svartkjaftakanningar sunnanfyri

30.04.2024

Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar í tíðarskeiðinum 20. mars til 5. apríl 2024. Ekkóvir…

Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

13.10.2023

Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum…

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2024

29.09.2023

Mest loyvda veiða í 2024 lækkar munandi fyri norðhavssild og nakað fyri makrel, men hækkar nakað fyri svartkjaft. Makrelur Tilmælið fyri makrel er 739…

Minni til av norðhavssild og svartkjafti

28.06.2023

Minni er til av norðhavssild og svartkjafti í Norskahavinum í ár enn í fjør. Tað vísa úrslitini frá árligu sildakanningunum fyrr í vár. Høvuðsniðurstø…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

17.05.2023

Týsdagin 16. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Sild var at síggja í mestsum øllum kanningarøkinum hjá …

Nógvur svartkjaftur sunnanfyri

13.04.2023

Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar fyri páskir. Fyribilsúrslitini vísa, at nógv er til …

Norðhavssildin væl í holdum seinnu árini

27.10.2022

Síðani 2005 hevur norðhavssildin sum heild verið væl í holdum um veturin og hevur samstundis havt størri rogn. Hetta er mett at vera tengt at, at beit…

Samband ímillum reyðæti, havstreymar og norðhavssild

10.05.2022

Desember 2021 vardi Inga Kristiansen sína Ph.D. verkætlan á Fróðskaparsetrinum um samband millum reyðæti, havstreymar og norðhavssild. Eitt høvuðsúrsl…

Nógvur smáur svartkjaftur sunnanfyri

26.04.2022

Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar fyri páskir. Fyribilsúrslitini vísa, at nógv er til av …

Hiti og føði ávirka spjaðing av norðhavssild í mai

24.03.2022

Árligar sildakanningar í mai síðan 1995 vísa, at útbreiðslan av norðhavssild broytist nógv. Fyri at fáa betur greiði á hví so er, hava vit kannað slag…

Útbreiðsla av norðhavssild í mai: Stóra sildin stendur vestari enn smáa sildin

14.01.2022

Síðani 1996 eru á hvørjum ári gjørdar felags kanningar av norðhavssild í Norskahavinum. Kanningarnar verða gjørdar í mai við tí endamáli at veita tøl …

Sildaarvastrongurin lýstur

03.12.2019

Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu, vinnu-ph.d. lesandi á Fróðskaparsetri Føroya og Amplexa Genetics, hevur júst givið út vísindaliga grein í tíðarritinu…

Bjørt útlit fyri svartkjaftastovninum

01.09.2011

Eftir fleiri góð ár um aldarskiftið, minkaði tilgongdin til svartkjaftastovnin niður í næstan einki; men nú kann vend koma í. Umstøðurnar í veðri og h…

Kanna streymin inni í svartkjaftatroli

01.09.2008

Sum liður í norðurlendskum granskingarsamstarvi er Fiskirannsóknarstovan farin at kanna streymin inni í flótitroli. Málið er at finna útav, um streymu…

Heitur rokkur gevur nógvan svartkjaft

01.09.2008

Frá 1995 og fleiri ár fram vaks svartkjaftastovnurin sera nógv. hesi somu ár var sjógvurin við rokkin heitur. granskarar síggja ein samanhang, og fyrs…