Yngul- og ætikanning
Túrfrágreiðing
Jákup Sverri, túrur nr. 2628
Tíðarskeið: 17/6-1/7 2026
Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang
Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yngul og æti á Landgrunninum og Føroyabanka, og fáa eitt tíðliga mát fyri árgangsstyrkina hjá toski á Landgrunninum, samstundis sum ábendingar um árgangsstyrkina hjá øðrum fiskasløgum, sum t.d. hýsu, hvítingsbróður og nebbasild, eisini verða fingnar til vega. Harafturat verður pelagisk vistfrøði kannað við ymiskum hydrografi- og ætikanningum.

Yngul- og ætikanningarnar vórðu gjørdar í seinnu helvt av juni og gingu væl. Á Landgrunninum vórðu 86 støðir av 90 støðum kannaðar, harav 49 teirra eisini vóru hydrografiskar støðir. Á Føroyabanka vóru 16 av 20 støðum kannaðar, harav allar eisini vóru hydrografiskar støðir.
Á Landgrunninum var sera lítið av yngli av høvuðssløgunum toski, hýsu, hvítingsbróðri og nebbasild (Mynd 1 og 8). Samlaða nøgdin av hesum yngli var tann fjórðlægsta, sum er skrásett, síðani kanningarnar byrjaðu í 1983. Miðallongdin á ynglinum var eisini lítil (Mynd 2).


Miðal sjóvarhitin var 9,3°C innan fyri landgrunsfrontin og 9,7°C í teimum ovastu 50 metrunum uttan fyri frontin (Mynd 3). Hetta er heitt eftir árstíðini, men tó eitt vet kaldari enn í fjør. Saltinnihaldið, sum í eitt tíðarskeið hevur verið rættiliga lágt, er nú hækkað aftur.

Gróðurin á Landgrunninum er sera lítil í ár, og samlaði gróðurin frá í vár og til 26. juni er millum tað lægsta, sum er mátað, síðani henda kanningin byrjaði í 1990 (Mynd 4). Uttan fyri landgrunsfrontin var meira av plantuæti enn inni á Landgrunninum.

Djóraætið á Landgrunninum var fyri tað mesta smátt. Í mun til onnur ár var lítið av sløgum, sum serliga hoyra Landgrunninum til, meðan lutfalsliga meira var av sløgum, sum eru vanlig á havleiðunum rundan um Landgrunnin, serliga Pseudocalanus (Mynd 5), sum á myndini er partur av “Aðrir kopepodar”. Biomassin av djóraæti var tó størri enn í fjør, og inni á Landgrunninum var hann væl størri enn langtíðarmiðal (Mynd 6).

Mynd 6. Miðal turrvekt av djóraæti í teimum ovastu 50 m á øllum støðum, ávikavist innan fyri 100 m botndýpi og uttan fyri 150 m botndýpi, 1990-2025.

Á Føroyabanka var støðan øðrvísi. Har lá sjóvarhitin um 10,7°C, og væl meira var av gróðri enn á Landgrunninum. Í miðal var nøgdin av plantuæti umleið 2-3 ferðir størri á Bankanum enn á Landgrunninum. Av djóraæti var mest av Calanus og Pseudocalanus, og nøgdin var áleið tann sama sum á Landgrunninum.
Yngulkanningarnar vístu, at ongantíð áður er so nógv skrásett av bæði toska- og hýsuyngli á Føroyabanka. Miðaltalið av toskayngli fyri árini 1991-2025 er 53 yngul pr. hál, meðan miðaltalið í ár var umleið 4000 toskayngul pr. hál (Mynd 7). Yngulin var at finna runt allan Bankan.

Eisini var rættiliga nógvur svartkjaftayngul at fáa á Bankanum, og hetta er fyrstu ferð, at tað er skrásett í hesum kanningum. Nøgdin av nebbasild var tó undir miðal.

Túrfrágreiðingar
Yngul- og ætikanning
10.07.2026
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2628 Tíðarskeið: 17/6-1/7 2026 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yn…
Yngul- og ætikanning
02.07.2025
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2532 Tíðarskeið: 18/6-2/7 2025 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yn…
Biologisk oceanografi
14.05.2025
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2520 Tíðarskeið: 23-30/4 2025 Ábyrgd: Eilif Gaard Endamál: Kanna plantu- og djóraplankton samfelagið og hvussu …
Reyðæti í Bankarennuni
09.10.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2444 Tíðarskeið: 2-9/10 2024 Ábyrgd: Eilif Gaard Endamál: Um heystið og veturin er reyðæti í dvala í djúpum sjó…
Yngul- og ætikanning
26.06.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2426 Tíðarskeið: 12-26/6 2024 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yng…
Biologisk oseanografi
15.05.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2418 Tíðarskeið: 8/5-15/5 2023 Ábyrgd: Eilif Gaard Endamál: At kanna menning av plantu- og djóraplankton samfel…
Standard hydrografi
05.09.2023
Jákup Sverri, túrur nr. 2342 Tíðarskeið: 30/08 – 05/09 2023 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Toktleiðari: Ian Salter Endamál: Endamálið við túrinum e…
Yngul og Æti
29.06.2023
Jákup Sverri, túrur nr. 2330 Tíðarskeið: 15-29/6 2023 Ábyrgd: Hannipoula Olsen Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yngul og æti á Landgru…
Viðkomandi tíðindi

Yngulkanningar vísa stóran mun millum Landgrunnin og Føroyabanka í ár
10.07.2026
Í seinnu helvt av juni gjørdi Jákup Sverri yngul- og ætikanningar bæði á Landgrunninum og á Føroyabanka. Trolstøðirnar síggjast sum gular strikur á ko…

Sólvá Jacobsen vann snarrøðukappingina
01.10.2025
Á Vísindavøkuni 2025 var ein einaferð snarrøðukapping hildin, har luttakararnir skuldu leggja gransking fram í 2,5 minuttir. Sólvá Jacobsen, nýklaktur…

Lítið av yngli í summar
20.08.2025
Nøgdin av fiskayngli er lítil í ár, bæði á Landgrunninum og Føroyabanka, tó burtursæð frá hýsu og lodnu á Landgrunninum. Eisini er miðallongdin á fles…

Reydligur sjógvur kring oyggjarnar
26.06.2025
Seinastu vikurnar hevur Havstovan fingið fráboðanir um reydligan sjógv ymsa staðni undir landi. Vit hava fingið nøkur sýni, og greiningar vísa, at tal…

Makrelgýting við Føroyar kannað
10.06.2025
Í farnu viku varð Jákup Sverri liðugur at kanna makrelgýting á leiðunum kring Føroyar. Mest av makreleggum vóru í økjunum móti evropisku hellingini ey…

Sólvá Jacobsen vart PhD-ritgerð um æti og yngul
14.05.2025
Mikudagin 14. mai vardi Sólvá Jacobsen PhD-ritgerð sína um æti og yngul á Landgrunninum, við høvuðsdenti á tosk. Ritgerðin ber heitið “Environmental d…

Fyrilestrar um yngul, uppsjóvarfisk og føði
06.05.2025
“Yngul á Landgrunninum” og “Æti og føði hjá uppsjóvarfiski” vóru heitini á almennu fyrilestrunum, sum Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur og Ph.D. lesandi og…

Nær fer gróðrinum á Landgrunninum í gongd í ár?
27.03.2025
Enn er gróðurin niðan fyri 1 µg chl-a/L, sum er markið, har vit siga, at nú er gróðurin byrjaður. Væntandi fer gróðurin at byrja innan alt ov langa tí…

Sæð serliga hvalspýggju
07.11.2024
Á seinasta hydrografitúri hjá Jákup Sverra løgdu vísindafólk og manning merki til eitt óvanliga stórt tal av eini serligari hvalspýggju á Føroyabanka …

Inga framløgu um djóraæti
13.09.2024
Á Vísindavøkuni 2024 fer Inga Kristiansen frá Havstovuni at hava eina framløgu við heitinum: Hví er djóraætið týdningarmikið? Framløgan verður í Kongs…

Minni av toskayngli í ár
15.08.2024
Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin a…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár
22.07.2024
Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Nógvur gróður at síggja á hydrografitúri
28.05.2024
Tann 15. mai fór Jákup Sverri út at taka streymmátarar upp og gera hydrografiskar kanningar. Mátað var eftir seks skurðum, harav seks vóru sonevndir s…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum
27.05.2024
Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Gróðurin á Landgrunninum er byrjaður
06.05.2024
Gróðurin av plantuæti á Landgrunninum kom tíðliga í ár. Tað gevur vónir um góð føðiviðurskifti til fiskalarvurnar. Hvørja viku fær Havstovan sjógv frá…

Broytingar í plantuæti
08.02.2024
Nýggj grein í tíðarritinum Global Change Biology vísir, at ein sterkari subpolarur meldur eftir 2013 broytti plantuætisamfelagið fram við Europeiska l…

Skúm á sjónum
06.07.2023
Hevur tú seinastu dagarnar lagt merki til at nógv skúm hevur verið at síggja á sjónum og undrast yvir, hvat tað man vera? Orsøkin er sannlíkt algur av…

Yngul- og ætikanningar 2023
03.07.2023
Jákup Sverri er afturkomin av yngul- og ætikanningunum, sum árliga vera gjørdar á Landgrunninum og Føroyabanka í juni. Úrslitini frá Landgrunninum vís…

Æti og fiskalarvur á Landgrunninum kannað
13.06.2023
Nøgdir og sløg av æti um várið hava alstóran týdning fyri, í hvønn mun fiskalarvur frá gýtingini fyrr um várið kunnu finna sær neyðuga føði. Sostatt e…

Jákup Sverri verið á hydrografitúri
26.05.2023
Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboy…

Nýtt ár við kanningum av æti í Skopunarfirði
17.01.2023
Í góðum samstarvi við Lívfiskastøðina í Skopun, hevur Havstovan í nógv ár gjørt regluligar kanningar av sjónum í Skopunarfirði. Lívfiskastøðin pumpar …

Føði til toskalarvur ávirkar tilgongdina
06.12.2022
Tilgongdin til toskastovnin á Landgrunninum broytist nógv frá einum ári til annað. Flestu ár síðani 2005 hevur tilgongdin verið sera vánalig, og hon e…

Jákup Sverri á yngul- og ætikanningum í juni
18.07.2022
Í seinnu helvt av juni vórðu afturvendandi yngul- og ætikanningar gjørdar á Landgrunninum og Føroyabanka. Nøgdin av toska- og hvítingsbróðuryngli er t…

Samband ímillum reyðæti, havstreymar og norðhavssild
10.05.2022
Desember 2021 vardi Inga Kristiansen sína Ph.D. verkætlan á Fróðskaparsetrinum um samband millum reyðæti, havstreymar og norðhavssild. Eitt høvuðsúrsl…

Føðin avger yvirlivilsi hjá toskalarvum
10.05.2022
Føðiviðurskiftini hjá toskalarvum á føroyska landgrunninum eru sera óstøðug. Góður gróður um várið økir um nøringinahjá djóraætinum, og tað er avgeran…

Gróðurin og nøringin hjá djóraæti á Landgrunninum eru ikki byrjað enn
05.05.2022
Jákup Sverri kannaði í tíðarskeiðinum 20.-27. apríl havfrøði, plantuæti og djóraæti á Landgrunninum. Hesa ársins tíð eru nógvar fiskalarvur í sjónum o…

Livandi rundorma-larva funnin í reyðæti
18.12.2020
Regluligu planktonkanningarnar av sjógvi frá Lívfiskastøðini í Skopun sýndu eitt óvæntað úrslit: Tá prøvin varð kannaðurundir mikroskopi sást, at eitt…

Kaldur Eysturíslandssjógvur týdning fyri nøgdir av djóraæti norðan fyri Føroyar
18.12.2020
Samanrenning og blanding av heitum Atlantssjógvi og køldum Eysturíslandssjógvi ger eitt frontøki norðan fyri Føroyar, sum er ríkt í djóraæti. Nýggj gr…

Fiskiskapur eftir reyðæti
25.09.2019
Føroyar hava ein serligan náttúrugivnan møguleika at gagnnýta tað næst størsta lívfrøðiliga tilfeingið, sum er í Norðuratlantshavi, nevniliga reyðæti….

Várgróðurin seinkaður tá kuldin liggur leingi
25.09.2019
Gróður av plantuæti, sum vit eisini nevna „havsins gras“, er sum so ikki treytaður av ávísum hita, tí plantuæti grør væl, bæði í sjógvi sum er kaldari…

Broytingar í djóraætissamfelagnum á Landgrunninum
23.10.2018
Djóraæti byrjar at nørast fyrr inni á Landgrunninum enn uttan fyri Landgrunnin, og bæði sløg og nøgdir av djóraæti broytast nógv í mun til tíð og stað…

Djóraæti á Landgrunninum týdning fyri fiskalarvur
23.10.2018
Fyri livilíkindini hjá næsta ættar liðnum av fiski, teimum viðkvomu fiska larvunum, hevur millum annað nøgd og slagsamanseting av djóraæti inni á Land…

Avbera nógvur gróður í 2017
23.10.2018
Gróðurin í 2017 eydnaðist avbera væl, og er tann besti síðani aldamótið. Orsøkina til nógva gróðurin kenna vit ikki til fulnar. Men av royndum vita vi…

Nógv krill á Vánni í Klaksvík
31.08.2018
Hósdagin varnaðust fólk í Klaksvík óvanliga nógv av nøkrum smáum krabbadjórum á Vánni í Klaksvík.Havstovan hevur fingið nøkur av hesum djórunum til ka…

Djóraæti á Landgrunninum á vári
04.12.2017
Nýggj grein frá Havstovuni um djóraæti á Landgrunninum á vári er kunngjørd í tíðarritinum “Journal of Marine Systems”. Heitið á greinini er “Temporal …

Kanna nýggja ættarliðið í juni og juli
09.10.2017
Tríggjar mánaðir eftir at toskurin hevur gýtt, fer Magnus Heinason út at kanna hvussu nógvur toskayngul er, hvussu stórur hann er og hvar hann er at f…

Toskayngul etin upp innanífrá av rundormi
09.10.2017
Inni í búkholuni á toskayngli eru funnar rundorma larvur av slagnum Hysterothylacium aduncum, ið hava toskafiskar sum endavert. Tær eru kravmiklar til…

Fylgisveinamátingar geva nýtt innlit í gróðurin kring Føroyar
19.09.2016
Mátingar, gjørdar við fylgisveinum, vísa, hvussu nógv plantuæti er í vatnskorpuni. Í miðal byrjar gróðurin í apríl á djúparu leiðum um eystan til á La…

Gróðurin vestanfyri
07.11.2013
Havstovan er farin undir serstakar kanningar at útgreina, hvussu gróðurin vestan fyri oyggjarnar ávirkar livilíkindini inni á grunnum. Kanningarnar ve…

Djóraæti á Landgrunninum nógv økt seinastu árini
07.11.2013
Rættiliga stórar broytingar hava verið í djóraæti á Langrunninum tey meira enn 20 árini, Havstovan regluliga hevur kannað æti. Tær flestu av hesum bro…

Plantuæti er lykilin
01.09.2011
Hægri verur í vistskipanini, so sum nebbasildayngul, toskur, hýsa og lomviga, eru týðiliga tengdar at nøgdini av plantuæti. Hetta er úr Sjóvarmál 2011…

Krill
01.09.2009
Krill er felgasheiti fyri ein lítlan bólk av uml. 80 ymiskum sløgum av smáum krabbadjórum, sum liva í sjónum. Nøkur fá sløg liva tætt við ella á botni…

Øktur gróður vestan fyri Føroyar eftir 1995
01.09.2009
Frá 1995 og fleiri ár fram vaks nøgdin av plantuæti vestan fyri Føroyar sera nógv. Hesi somu ár var sjógvurin í økinum heitur. Nógv týðir uppá, at sam…

Batnandi føðiviðurskifti á Landgrunninum
01.09.2009
Gróðurin av plantuæti á Landgrunninum var í 2008nakað yvir miðal og í 2009 var hann enn betri. Serligahugaligt var, at várgróðurin var góður, soleiðis…

Fjarstýrdir kavbátar rannsaka havsins kalda hjarta
01.09.2007
Smáir kavbátar kanna hitan, saltinnihaldið, streymin og plantuplankton í havinum við Føroyar. Endamálið er at útvega upplýsingar um tað termohalina rá…

Stórdjóraæti í Hetlands rennuni
01.09.2003
Tvey sløg av ljóskrabba (krill) mynda í stóran mun nøgdirnar av stórdjóraæti (macrozooplankton) í Hetlandsrennuni, men eisini pílormar (Sagitta) eru a…
