Djóraæti á Landgrunninum nógv økt seinastu árini
Rættiliga stórar broytingar hava verið í djóraæti á Langrunninum tey meira enn 20 árini, Havstovan regluliga hevur kannað æti. Tær flestu av hesum broytingunum eru sveiggj frá ári til annað, ið hava stavað frá broytingum í gróðri ella skiftandi havfrøðiligum viðurskiftum. Men síðani 2010 hava vit sæð eina broyting, ið er øðrvísi enn sveiggini, ið vit frammanundan sóu. Talið av einum ávísum slagi av djóraæti (Temora longiremis) øktist ógvisliga, soleiðis at meginparturin av djóraætinum um summarið nú er av hesum slagnum. Temora sodnast seint í maganum hjá fiski og má tí metast at vera vánalig føði. Tann samlaða nøgdin av djóraæti á Landgrunninum er økt hesi seinnu árini. Sostatt kann ikki sigast, at tann makrelur, ið er komin inn á Landgrunnin hesi seinastu sumrini, hevur megnað at etið føðina undan øðrum fiski, ið livir av djóraæti.
Hetta er úr Sjóvarmál 2013, les víðari her.
Viðkomandi tíðindi
Sæð serliga hvalspýggju
Á seinasta hydrografitúri hjá Jákup Sverra løgdu vísindafólk og manning merki til eitt óvanliga stórt tal av eini serligari hvalspýggju á Føroyabanka og í ein útsynning úr Føroyum. Talan var…
Inga framløgu um djóraæti
Á Vísindavøkuni 2024 fer Inga Kristiansen frá Havstovuni at hava eina framløgu við heitinum: Hví er djóraætið týdningarmikið? Framløgan verður í Kongshøll tann 27. september kl. 11:20. Tað ber til…
Minni av toskayngli í ár
Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin av fiskayngli er minni í 2024…
Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum
Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at djóraæti kann nørast og…