
Djóraæti á Landgrunninum á vári
Nýggj grein frá Havstovuni um djóraæti á Landgrunninum á vári er kunngjørd í tíðarritinum “Journal of Marine Systems”. Heitið á greinini er “Temporal and spatial variability of zooplankton on the Faroe shelf in spring 1997-2016”. Í greinini verður djóraæti á Landgrunninum seint í apríl, bæði á innari og ytru leiðunum, viðgjørt.
Bæði toskur og hýsa gýta á vári. Seint í apríl eru fiskalarvurnar smáar um 0.5-1 cm, og tí klára tær einans at taka smáa føði. Egg og ungar undan djóraætinum eru hóskandi føði ta fyrstu tíðina, men so hvørt sum fiskalarvurnar vaksa, megna tær at taka størri og størri føði. Hendan greinin viðger samansetingina av djóraæti á vári í mun til umhvørvisviðurskifti, so sum hita, saltinnihald og gróður. Kanningarnar eru gjørdar í eitt 20-ára tíðarskeið. Ein av høvuðsniðurstøðunum er, at várgróðurin hevur stóran týdning fyri talið av smáum sløgum av djóraæti, ið hoyra til á Landgrunninum. Tað bendir á, at fiskalarvurnar hava betri føðiumstøður tey árini, tá gróðurin er góður enn tey árini, gróðurin er verri. Harumframt vísir greinin á eina broyting í gýtingartíð hjá reyðæti, soleiðis at tey í dag gýta fyrr á árinum enn undan 2007. Hvør orsøkin er til hetta skiftið, veit mann ikki, men sannlíkt er, at broytingin hevur havt við sær aðrar broytingar í vistskipanini. Eisini lýsir greinin, hvussu djóraæti í stórum nøgdum rekur frá víða havinum og inn á Landgrunnin, serliga vestaneftir.
Greinin er gjørd í samband við verkætlanina “Livilíkindini hjá toska- og hýsuyngli á føroyska landgrunninum”, sum varð stuðlað av Granskingarráðnum og Statoil.

Viðkomandi tíðindi
Sæð serliga hvalspýggju
Á seinasta hydrografitúri hjá Jákup Sverra løgdu vísindafólk og manning merki til eitt óvanliga stórt tal av eini serligari hvalspýggju á Føroyabanka og í ein útsynning úr Føroyum. Talan var…
Inga framløgu um djóraæti
Á Vísindavøkuni 2024 fer Inga Kristiansen frá Havstovuni at hava eina framløgu við heitinum: Hví er djóraætið týdningarmikið? Framløgan verður í Kongshøll tann 27. september kl. 11:20. Tað ber til…
Minni av toskayngli í ár
Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin av fiskayngli er minni í 2024…
Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum
Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at djóraæti kann nørast og…