Ráðstevna: Vitan til varandi aling
06.11.2026
Hotel Hilton Garden Inn
Firum
Endamálið við ráðstevnuni er at viðgera og leggja fram nýggjastu gransking, sum hevur týdning fyri alivinnuna í Føroyum.
Ráðstevnan vendir sær serliga til granskarar og fakfólk úr vinnuni, frá almenna myndugleikanum og frá granskingarumhvørvinum sum heild.
Umboð frá Havstovuni er við í fyriskipanarbólkinum.
Fyrsta ráðstevnan í 2021 var væleydnað og afturboðanir vóru um, at tørvur er á fleiri vísindaligum ráðstevnum í Føroyum, so granskarar kunnu hittast oftari, samstarva tvørtur um fakmørk og leggja fram nýggjastu granskingarúrslit.
Tilmelding krevst. Les meira og melda til her.