Henda kunning lýsir, hvussu Havstovan viðger tínar persónsupplýsingar og tíni lógarásettu rættindi.
Hvør hevur ábyrgdina av viðgerðini?
Dátuábyrgdarin av viðgerðini av tínum persónsupplýsingum er:
Havstovan
Nóatún 1
100 Tórshavn
Um tú hevur spurningar í sambandi við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, ert tú vælkomin at senda okkum teldupost á hav@hav.fo.
Innsavnan
Vit innsavna tínar persónsupplýsingar á ymiskan hátt, m.a. tá ið tú biður um at fáa útflutningsloyvi til grind og um tú ætlar at lata inn fisk og fiskamerkir.
Vit fáa upplýsingarnar beinleiðis frá tær.
Vit innsavna bert upplýsingar, ið vit hava tørv á, fyri at kunna veita tær tænastu, um tað er lógarkrav, um vit hava eitt heimilað áhugamál ella um vit hava fingið beinleiðis samtykki frá tær. Les meira undir “Serligar viðgerðarstøður” niðanfyri.
Flutningur av persónsupplýsingum
Vit víðarilata ongantíð tínar persónsupplýsingar.
Vit nýta ikki uttanhýsis dátuviðgerar.
Serligar viðgerðarstøður
Niðanfyri er serstøk kunning um tær viðgerðarstøður, sum eru galdandi fyri Havstovuna.
Umsókn um útflutningsloyvi til grind
Umbiður tú útflutningsloyvi til grind umvegis okara heimasíðu, verður tú biðin um at lata ávísar upplýsingar, sum vit hava tørv á fyri at kunna avgreiða tína umbøn. Hesar upplýsingar eru navn, bústaður, teldupostur og telefonnr. hjá umsøkjara og navn og bústaður hjá móttakara, sum vøran verður latin til.
Endamál
Endamálið við viðgerðini av upplýsingunum er at avgreiða/umsita tína umbøn um útflutningsloyvi.
Viðgerðarheimild
Tað er lógarásett at hava útflutningsloyvi til grind. Fyri at kunna avgreiða tína umbøn, mugu vit hava ávísar upplýsingar um teg og móttakara av vøruni.
Vit kunnu hava eina lógarásetta skyldu at viðgera og goyma ávísar persónsupplýsingar um teg. Hetta gera vit í tann mun, tað er kravt av okkum. Hesi lógarkrøv eru í fyrisitingarlógini um journalisering av almennum samskifti.
Móttakarar
Vit víðarigeva ikki tínar persónsupplýsingar.
Striking
Upplýsingar, sum tú hevur latið okkum í sambandi við umsókn um útflutningsloyvi, verða bert goymdar í journalskipan. Upplýsingar, sum goymast umvegis heimasíðuskipanina, verða slettaðar har, tá málið er avgreitt.
Sæð okkurt spennandi
Hevur tú sæð okkurt spennandi, sum tú heldur er viðkomandi fyri granskarar á Havstovuni, ber til at senda inn mynd og frágreiðing um hetta umvegis heimasíðuna hjá okkum. Í hesum sambandi hava vit brúk fyri navni, telduposti og telefonnr., soleiðis at vit kunnu fáa samband við teg fyri at fáa nærri frágreiðing.
Hvørjar persónsupplýsingar skráseta og brúka vit:
Navn, teldupost og telefonnr.
Endamál
Endamálið er at samskifta við teg, fyri at koma nærri tí, tú hevur sent okkum boð um.
Viðgerðarheimild
Tað er tú, sum vendir tær til okkara og vit vilja sjálvandi fylgja upp, um tað er neyðugt.
Móttakarar
Tínar persónsupplýsingar verða goymdar á heimasíðuni hjá Havstovuni.
Striking
Tínar persónsupplýsingar verða goymdar, inntil málið er avgreitt, síðani strikaðar.
Tíðindabræv
Til ber at melda til tíðindabræv umvegis heimasíðuna hjá Havstovuni. Tá er neyðugt at upplýsa teldupost.
Endamál
Endamálið er at kunna senda tær umbidna tíðindabrævið.
Viðgerðarheimild
Fyri at kunna senda tíðindabrævið, mugu vit hava ávísar upplýsingar um teg.
Móttakarar
Tínar persónsupplýsingar verða goymdar hjá Havstovuni.
Striking
Tínar persónsupplýsingar verða goymdar, so leingi tú ikki boðar frá, at tú ynskir at melda frá tíðindabrævinum. Hetta kanst tú gera umvegis tíðindabrævið, tú fært sendandi. Síðani verða tínar upplýsingar strikaðar.
Tilmelding til tiltøk
Um tú meldar teg til tiltøk, sum Havstovan skipar fyri, umvegis okkara heimasíðu, verður tú biðin um at lata ávísar upplýsingar, sum vit hava tørv á, fyri at kunna avgreiða tína skráseting. Hesar upplýsingar eru navn, bústaður, teldupostur og telefonnr.
Endamál
Endamálið við viðgerðini av upplýsingunum er at avgreiða/umsita tína umbøn um at verða tilmeldað/ur tiltakið.
Viðgerðarheimild
Tá tú meldar til tiltak eru minimumsupplýsingar, sum Havstovan hevur tørv á at skráseta um teg.
Striking
Upplýsingar, sum tú hevur latið okkum í sambandi við at tú hevur meldað til tiltak, verða bert goymdar til tiltakið er avgreitt. Upplýsingar, sum goymast umvegis heimasíðuskipanina, verða síðani strikaðar.