{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Norðurlendskur fundur um plantuæti

Í døgunum 3-5. oktober hevði norðurlendski arbeiðsbólkurin NOMP (Nordic Marine Phytoplankton) fund um plantuæti á Vinnuháskúlanum. Fiskaaling og Havstovan skipaðu fyri fundinum, har 36 luttakarar úr Føroyum, Danmark, Svøríki, Norra, Íslandi og Týsklandi luttóku.

Á skránni vóru fyrilestrar og kjak um yvirvøku av plantuæti í Norðurlondum. Stórur dentur var lagdur á menning av nýggjum hættum at kanna plantuæti og á kanningar av eitrandi plantuæti. Vanliga verður plantuæti talt og eyðmerkt við mikroskopi, men DNA-kanningar og automatisk myndagreining av plantuæti gerst vanligari og vanligari.

Havstovan og Fiskaaling hava seinnu árini samstarvað um at menna yvirvøkuna av plantuæti á Føroyska Landgrunninum og í firðunum. Plantuæti er fyrsti liður í føðiketuni, og hevur tískil stóran týdning fyri alla vistskipanina.

Í sambandi við aling kann eitrandi plantuæti hava neiliga ávirkan á alifisk og í summum førum elva til at hann doyr. Eisini upphópast eiturevni í skeljadjórum, tá tey eta eitrandi plantuæti.

Viðkomandi tíðindi

  • Uttanríkis- og fiskimálaráðharrin vitjað á Havstovuni

    Hósdagin 30. apríl var Uttanríkis-og fiskimálaráðharrin, Bárður á Steig NIelsen, á vitjan á Havstovuni. Á vitjanini á Havstovuni fekk landsstýrismaðurin gjølliga kunning um virksemið hjá stovninum og havrannsóknarskipinum, Jákup Sverra.

    Les meira

  • Bacheloruppgáva nýggjur granskingarpallur

    Jákup Jógvansson Clementsen, sum lesur verkfrøði, vendi sær til Havstovuna í fjør at vita, um Havstovan hevði onkra uppgávu, sum hann kundi loysa í síni bachelorritgerð. Á Havstovuni hevur í

    Les meira

  • Vitan um Føroyabanka løgd fram

    Hósdagin 5. feb. hevði Havstovan væleydnað tiltak um ta vitan, sum m.a. Havstovan hevur savnað um og kring Føroyabanka seinastu 25 árini. Eini 60 fólk hittust á Hotel Brandan, har

    Les meira

  • Framtíðin hjá mati úr sjónum

    Dr. John Goodlad úr Hetlandi helt almennan fyrilestur á Havstovuni mikudagin, 19. november, har evnið  var “The Future of Seafood” – framtíðin hjá mati úr sjónum. Hetta var út frá

    Les meira