
Helga Bára Mohr Vang sett sum varaleiðari
Tann 1. februar 2024 tekur Helga Bára Mohr Vang við sum varaleiðari á nýskipaðu Tilfeinigsdeildini á Havstovuni.
Helga Bára er 38 ár, útbúgvin lívfrøðingur frá Fróðskaparsetri Føroya í 2009 og kandidat, við sergrein í umsiting og stovnsmeting, frá Aarhus Universitet í 2014. Helga Bára hevur starvast á Havstovuni síðan 2014. Í starvinum á Havstovuni hevur Helga Bára arbeitt eitt tíðarskeið á fyrrverandi Uppsjóvardeildini, men nú í fleiri ár á fyrrverandi Botnfiskadeildini, serliga við stovnsmetingum av botnfiski.
Starvið sum varaleiðari á Tilfeingisdeildini er nýtt starv á Havstovuni. Vit ynskja Helgu Báru blíðan byr við starvinum.
Viðkomandi tíðindi

Stovnsrøkt í skiftandi umhvørvi
Stovnsmenning og burðardygg umsiting av fiskastovnum er millum høvuðsevnini á almennu ráðstevnuni, Fiskur og framtíðin – møguleikar og avbjóðingar, sum verður í Kongshøll 8. juni. Burðardygg stovnsrøkt snýr seg um…

Costas Kadis, ES-fiskivinnukommisserur, vitjað Jákup Sverra
Í gjár vitjaði fiskivinnukommisserurin Costas Kadis umborð á Jákup Sverra. Fiskivinnukommisserurin er útbúgvin lívfrøðingur og hevur eina PhD innan lívfrøðiligt margfeldi. Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni, Leon Smith, deildarleiðari, Jan…

Uttanríkis- og fiskimálaráðharrin vitjað á Havstovuni
Hósdagin 30. apríl var Uttanríkis-og fiskimálaráðharrin, Bárður á Steig NIelsen, á vitjan á Havstovuni. Á vitjanini á Havstovuni fekk landsstýrismaðurin gjølliga kunning um virksemið hjá stovninum og havrannsóknarskipinum, Jákup Sverra.…

Bacheloruppgáva nýggjur granskingarpallur
Jákup Jógvansson Clementsen, sum lesur verkfrøði, vendi sær til Havstovuna í fjør at vita, um Havstovan hevði onkra uppgávu, sum hann kundi loysa í síni bachelorritgerð. Á Havstovuni hevur í…
