
Havstovan nýggja heimasíðu
Tann 29. mai varð nýggja heimasíðan hjá Havstovuni gjørd almenn. Tað er fyritøkan Lunnar, sum hevur ment og sniðgivið síðuna. Nýggja heimasíðan er eitt munandi framstig í mun til undanfarnu síðu og gevur brúkaranum væl betri møguleikar at finna júst tað, honum tørvar.
Havstovan kannar og granskar bæði ólívrunnin viðurskifti, sum stýra fysiska umhvørvinum í havinum, og lívrunnin viðurskifti, sum eru lívið í havinum. Á síðuni er tilfar um sjálvt havið bólkað sum Hiti og salt, Rák og Havsúrgan, og um lívið í havinum sum Plantuplankton, Djóraplankton, Fiskur, Sjófuglur og Havsúgdjór. Ovast í høgra horni er ein valmynd (tríggjar strikur), har alt tilfarið á síðuni er skipað í ymsar bólkar. Havið og Lívið í havinum eru ovast, men nógv annað forkunnugt er eisini.
Nógv av tilfarinum verður víst við grafum. Hesir eru samvirknir, soleiðis at til ber at sløkkja og tendra ymsu farstrikurnar, fyri betur at síggja tað, ein hevur áhuga í. Og sum nakað nýtt ber í flestu førum til at heinta sær tølini niður og arbeiða víðari við teimum. Hetta kann vera serliga hent at brúka sum taltilfar í skúlahøpi. Annað forkunnugt at nýta í skúlahøpi er at finna undir Útgávur.
Heimasíðan hevur eisini eina funku, har borgarar kunnu boða Havstovuni frá onkrum spennandi ella heilt serligum, teir hava sæð og samstundis senda mynd inn av hesum. Ein onnur hent funka er at kunna seta bókamerkir ymisk støð á heimasíðuni, sum mann t.d. vitjar ofta.
Onnur viðurskifti av stórum áhuga á síðuni eru eitt nú Tilmæli, Verkætlanir og Gróðurin á Langrunninum. Júst nú er serliga spennandi at fylgja gongdini í gróðrinum á Landgrunninum, sum hevur stóran týdning fyri vistskipanirnar í sjónum. Enn boða úrslitini frá góðum og vónandi heldur góða gongdin fram.
Rannsóknarskipið Jákup Sverri ger rannsóknir nærum árið runt. Á síðuni ber til at síggja, hvar ið hann er staddur beint nú, hvør rannsókn verður gjørd í løtuni og at síggja frágreiðingar frá áður gjørdum rannsóknartúrum.
Um vitjandi ynskja at verða kunnaði um nýggjastu tíðindi og granskingarúrslit, sum Havstovan leggur á heimasíðuna, kunnu tey melda seg til sjálvvirkið tíðindabræv niðast á síðuni.
Havstovan er ein almennur stovnur, sum burturav skal granska í havinum og miðla vitanina um havið. Nýggja heimasíðan er eitt týdningarmikið amboð í hesum sambandi, nevniliga við at økja um fatanina og týdningin av havinum millum fólk, og fyri at eggja til burðardygga gagnnýtslu av havsins tilfeingi.
Viðkomandi tíðindi

Sólvá Jacobsen vart PhD-ritgerð um æti og yngul
14.05.2025
Mikudagin 14. mai vardi Sólvá Jacobsen PhD-ritgerð sína um æti og yngul á Landgrunninum, við høvuðsdenti á tosk. Ritgerðin ber heitið “Environmental d…

Næmingar vitja Havstovuna
08.05.2025
Í gjár fingu vit á Havstovuni so fitta vitjan av børnum úr 1. flokki í Sankta Frans Skúla. Guðrið Eriksdóttir Johansen hevði eina framløgu fyri teimum…

Fyrilestrar um yngul, uppsjóvarfisk og føði
06.05.2025
“Yngul á Landgrunninum” og “Æti og føði hjá uppsjóvarfiski” vóru heitini á almennu fyrilestrunum, sum Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur og Ph.D. lesandi og…

Hátíðardagur á Havstovuni
02.05.2025
Starvsfólk støðast leingi á Havstovuni. Tað ásanna vit, nú 6 starvsfólk fingu heilsan í sambandi við 25 og 30 ára starvsdagar á Havstovuni. Stjórin, M…

Havstovan kunnar skúlaflokkar á umhvørvisviku á Tvøroyri
01.05.2025
Tvøroyar kommuna skipar fyri umhvørvisviku hesa vikuna. Í hesum sambandi hava Guðrið Eriksdóttir Johansen, PhD-lesandi í havfrøði, og Marita Rasmussen…

Fiskimálaráðharrin vitjað á Havstovuni
22.04.2025
Týsdagin 22. apríl var landsstýrismaðurin í fiskivinnu-og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, á vitjan á Havstovuni. Á vitjanini á Havstovuni fekk la…

Formansskrá løgd fram
11.04.2025
Í sambandi við, at Danmark yvirtekur formansskapin í Arktiska ráðnum 2025-2027, er formansskráin løgd fram í Nuuk í dag. Danmark, Grønland og Føroyar …

Styrkja samstarvið millum Havstovuna og íslendska Hafrannsóknastofnun
24.10.2024
Í farnu viku vitjaði Dennis Holm, landsstýrismaður, saman við Maritu Rasmussen, stjóra á Havstovuni, á íslendska Hafrannsóknastofnun, vanliga nevndur …