Skúlaflokkar vitja Havstovuna
Tórshavnar kommuna skipar fyri umhvørvisviku, og í hesum sambandi hava fleiri skúlaflokkar verið á vitjan á Havstovuni. Her hava tey hoyrt um, hvussu havstreymar ferðast fram við Føroyum, og hvussu rusk úr Føroyum kann enda á Svalbard.
Í sambandi við umhvørvisvikuna hava 1. – 4. flokkar í Tórshavn verið á rundferð í Havn og steðgað á ymsastaðni. M.a. hava tey vitjað Havstovuna fyri at hoyra um, hvat hendir við ruski, sum endar á sjónum. Tey hoyrdu um havstreymar, sum fara um øll heimshøv, og um hvussu havstreymarnir ferðast fram við Føroyum og víðari norðureftir fram við Noreg og inn í Barentshavið ella fram við Svalbard og inn í Pólhavið. Eisini hoyrdu tey um fløskupostar, og hvussu teir – eins og ymiskt rusk – kunnu fara við streyminum úr Føroyum og enda á onkrari strond í Noreg ella á Svalbard.

Havstovan takkar fyri vitjanina av øllum teimum fittu børnunum.
Tíðindi
Grein um havstreymar kring Føroyar og Havstovuna í amerikonskum miðli
13.10.2026
Herfyri vóru tíðindi úr Føroyum at síggja á miðlinum “The Post and Courier” í South Carolina í USA. Talan er um grein, sum í høvuðsheitum snýr seg um …
Móra og sandur á havbotninum kunnu avdúka søguna um djúphavsstreymar
12.10.2026
Frá 31. august til 7. september 2026 vóru granskarar frá Havstovuni, Jarðfeingi, GEUS (Danmarks og Grønlands Geologiske Undersøgelser) og UiT (Norges …
Árliga fiskamerkingin á Landgrunninum
12.10.2026
Tað eydnaðist at merkja 1160 fiskar á Landgrunninum á merkingartúrinum í ár, hóast veður og onnur viðurskifti avmarkaðu longdina á túrinum. Tað er í s…
ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2027
30.09.2026
Mest loyvda veiða í 2027 hækkar fyri allar tríggjar stovnarnar. Makrelur Tilmælið fyri makrel er 352.938 tons fyri 2027, sum er ein hækking á heili 10…
Børnini royndu seg sum fiskifrøðingar
29.09.2026
Á Vísindavøkuni í ár kundu fólk royna seg sum “fiskifrøðingar” á básinum hjá Havstovuni. Endamálið var at gera eina stovnsmeting av “bláfiskastovninum…
Nú síggjast nósar aftur
29.09.2026
Eyðkendu hvítu nósarnir hjá láturkópi, ið av og á koma á land um heystið, deila óhepnu støðuna at vera skolaðir út av látrum. Samstundis hava teir mis…
Minkandi nøgdir av toski á Føroyabanka, men framvegis nógv hýsa
18.09.2026
Jákup Sverri var á árligu heystyvirlitstrolingini á Føroyabanka frá 8. til 15. september, og vóru allar 29 trolstøðirnar tiknar. Minni var at fáa av t…
Lívið í einum dropa – eygleiðingar av plantuæti á Landgrunninum í eina fjórðingsøld
15.09.2026
Hetta er heitið á framløgu hjá Elaine Runge, PhD-lesandi, hóskvøldið 17. september kl. 19 á Bókasavninum á Sandi. Framløgan er partur av Vísindavøku á…