
Vitjan úr Íslandi
Í síðstu viku fekk Havstovan vitjan av systurstovninum í Íslandi – Hafrannsóknastofnun (HAFRÓ). Endamálið við vitjanini í Føroyum var at kunna seg um ymiska gransking í havumhvørvi. Við á ferðini vóru bæði havfrøðingar og fiskifrøðingar. Íslendsku granskararnir vitjaðu eisini aðrar stovnar í Føroyum, m.a. Firum.
Havstovan var sera fegin um møguleikan at taka ímóti hesum gestum, tí Havstovan og HAFRÓ samstarva í fleiri ymiskum høpum, alt frá stovnsmetingararbeiði til gransking av havstreymum og hava stovnarnir nógv til felags. Stovnarnir hava eisini líknandi avbjóðingar og kunnu læra hvør av øðrum. Tískil var semja um, at styrkja sambandið við eitt nú at skipa fyri regluligum netfundum og vitjanum.
Viðkomandi tíðindi

Stovnsrøkt í skiftandi umhvørvi
03.06.2026
Stovnsmenning og burðardygg umsiting av fiskastovnum er millum høvuðsevnini á almennu ráðstevnuni, Fiskur og framtíðin – møguleikar og avbjóðingar, su…

Costas Kadis, ES-fiskivinnukommisserur, vitjað Jákup Sverra
27.05.2026
Í gjár vitjaði fiskivinnukommisserurin Costas Kadis umborð á Jákup Sverra. Fiskivinnukommisserurin er útbúgvin lívfrøðingur og hevur eina PhD innan lí…

Uttanríkis- og fiskimálaráðharrin vitjað á Havstovuni
04.05.2026
Hósdagin 30. apríl var Uttanríkis-og fiskimálaráðharrin, Bárður á Steig NIelsen, á vitjan á Havstovuni. Á vitjanini á Havstovuni fekk landsstýrismaður…

Bacheloruppgáva nýggjur granskingarpallur
31.03.2026
Jákup Jógvansson Clementsen, sum lesur verkfrøði, vendi sær til Havstovuna í fjør at vita, um Havstovan hevði onkra uppgávu, sum hann kundi loysa í sí…

Vitan um Føroyabanka løgd fram
09.02.2026
Hósdagin 5. feb. hevði Havstovan væleydnað tiltak um ta vitan, sum m.a. Havstovan hevur savnað um og kring Føroyabanka seinastu 25 árini. Eini 60 fólk…

Framtíðin hjá mati úr sjónum
21.11.2025
Dr. John Goodlad úr Hetlandi helt almennan fyrilestur á Havstovuni mikudagin, 19. november, har evnið var “The Future of Seafood” – framtíðin hj…

Sólvá Jacobsen vart PhD-ritgerð um æti og yngul
14.05.2025
Mikudagin 14. mai vardi Sólvá Jacobsen PhD-ritgerð sína um æti og yngul á Landgrunninum, við høvuðsdenti á tosk. Ritgerðin ber heitið “Environmental d…

Næmingar vitja Havstovuna
08.05.2025
Í gjár fingu vit á Havstovuni so fitta vitjan av børnum úr 1. flokki í Sankta Frans Skúla. Guðrið Eriksdóttir Johansen hevði eina framløgu fyri teimum…
