Flóðaldur 29.- 30. juni 2019
Sunnumorgunin 30. juni 2019 vóru fólk ymsa staðni kring landið varug við, at óvanligar aldur vóru at síggja, t.d. í Vági, Tórshavn og Kollafirði. Hetta fyribrigdi sýntist sum flóð og fjøra, men við sera stuttum millumbili, tí bert fáir minuttir vóru millum flóð og fjøru. Í Havn, har tað vanliga er sera lítil munur á flóð og fjøru, flutti vatnstøðan seg meiri enn ein metur og fløddi upp um keiina í Vágsbotni. Frásagnir eru um, at tá tað fjaraði, stóð onkur bátur á botni. Nógv filmsbrot vóru at síggja í miðlunum, eitt nú á Facebook, og eitt dømi er at síggja her.
Tað, sum hendi, var, at sonevndar grunnar aldur við langari aldulongd raktu eystursíðuna av Føroyum. Slíkar aldur verða eisini nevndar flóðaldur ella tsunami-aldur. Eitt av eyðkennunum við flóðaldum er, at aldulongdin er nógv størri enn botndýpið (harav navnið “grunnar aldur”) og at tað er botndýpið, sum er avgerðandi fyri, hvussu skjótt tær ferðast. Flóðaldur kunnu hava eina periodu (tíðarbil millum tveir alduryggir) úr fáum minuttum upp til ein tíma, og aldurnar, sum raktu Føroyar høvdu sostatt eina periodu í tí lægra endanum.
Flóðaldur hava oftast uppruna í jarðskjálvta ella øðrum ristingum (seismic tsunami). Harðir jarðskjálvtar kunnu elva til flóðaldur við longum periodum, meðan tað verður hildið, at har havbotnurin hellir nógv, kunnu skriður ella omanlop elva til flóðaldur við stuttum periodum. Sambært Lis Mortensen (náttúrulandafrøðingur á Jarðfeingi) vóru ongar seismiskar ristingar máldar í økinum millum Føroyar, Hetland og Noreg, sum kundu setast í samband við flóðalduna í Føroyum. Hinvegin kunnu skriður á havbotninum verða so veikar, at tær ikki verða máldar á seismografum. Tískil er tað ikki óhugsandi, at ein skriða er lopin í t.d. norsku hellingini, og at hendan hevur ført til flóðalduna, sum vit sóu her. Men við teimum upplýsingunum, sum vit hava, ber ikki til at vátta, at so er.
Ein annar møguleiki er, at flóðaldan var elvd av knappligum broytingum í veðrinum. Seinastu árini eru granskarar vorðnir meiri varugir við hetta slagið av flóðaldum, og tað er ávíst, at eitt nú ógvusligt toruveður kann skapa slíkar aldur. Tá toruveður ferðast yvir eitt havøki við júst somu ferð, sum flóðaldur á staðnum ferðast við, kann viðsveiggj (resonansur) taka seg upp og elva til flóðaldur. Hesar flóðaldurnar hava fingið heitið meteotsunami, t.v.s. flóðaldur við veðurfrøðiligum (meteorologiskum) uppruna. Hesin upprunin til flóðalduna er í samsvar við, at tað leygardagin 29. juni og sunnunáttina 30. juni var ógvusligur torusláttur í norðara parti av Norðsjónum (Mynd 1). Eisini eru frágreiðingar úr Noregi um flóðaldur, sum raktu norsku strondina leygardagin, og kunnu hesar sostatt eisini stava frá sama fyribrigdi í Norðsjónum.
Mynd 1. Snarljós í tíðarskeiðnum 29. juni kl. 06 – 30. juni kl. 06 (www.lightningmaps.org). Tey elstu snarljósini (t.v.s. snarljós fyrrapartin 29. juni) eru blá-litt og tey nýggjastu (t.v.s. snarljós sunnunáttina 30. juni inntil kl. 06) eru gul-litt. Sostatt sæst at toruveðrið ferðaðist tvørtur um Skotland og síðani eystur gjøgnum norðara part av Norðsjónum hetta samdøgrið.
Sum áður nevnt, sóu vit í Føroyum flóðaldur sunnumorgunin, men fráboðan er eisini um aldur á Skálafjørðinum seint leygarkvøldið 29. juni. Mynd 2 vísir vatnstøðumátingar hjá Landsverki yvir eitt tíðarskeið upp á eina viku, og tær vísa, at órógv var í vatnstøðuni leygardagin 29. juni og serliga sunnumorgunin 30. juni. Aldurnar, sum raktu Føroyar, høvdu eina periodu upp á umleið 10 minuttir. Um vit ganga út frá, at tær stavaðu frá Norðsjónum, har botndýpið er umleið 100 m, so ber til at rokna út, at ferðin, sum aldurnar ferðaðust við, var umleið 30-35 m/s, at aldulongdin var einar 15-20 km, og at tað tók einar 4-5 tímar hjá hvørjari aldu at ferðast úr Norðsjónum til Føroyar. Hetta er ein lutfalsliga lág ferð og stutt alda samanborið við flóðaldur av seismiskum uppruna, t.d. oyðileggjandi alduna sum rakti Landsynningsasia á jólum í 2004.
Mynd 2 Vatnstøðumátingar hjá Landsverk í Klaksvík, Tórshavn og á Krambatanga, tíðarskeiðið 26. juni – 3. juli 2019. Allar tríggjar støðir vísa meiri óstøðuga vatnstøðu enn vanligt 29. – 30. juni, og flóðaldan, sum rakti Føroyar fyrrapartin 30. juni, sæst serliga týðiliga í mátingunum úr Tórshavn. Hesar mátingar eru gjørdar 10. hvørt minutt, og tí er møguligt, at broytingarnar í vatnstøðu vóru enn størri enn mált.
Meiri er at lesa (á enskum) um flóðaldur við veðurfrøðiligum uppruna her:
NOAA. What is a meteotsunami? National Ocean Service website, https://oceanservice.noaa.gov/facts/meteotsunami.html, 07/23/18.
An Examination of the June 2013 East Coast Meteotsunami Captured By NOAA Observing Systems. NOAA Technical Report NOS CO-OPS 079. https://tidesandcurrents.noaa.gov/publications/NOS_COOPS_079.pdf (sí t.d. mynd 1 í hesum skjali).
Viðkomandi tíðindi
Sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður
30.08.2024
Í eini nýggjari grein í vísindatíðarritinum “Geophysical Research Letters” verður víst á, at sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður seina…
Gevið gætur: Mátiútgerð norðanfyri
26.08.2024
Amerikanska granskingarskipið Neil Armstrong setir í løtuni (21.-26. august, 2024) níggju havfrøðiligar fortoyningar á botn norður av Íslandsryg…
Nógvur gróður at síggja á hydrografitúri
28.05.2024
Tann 15. mai fór Jákup Sverri út at taka streymmátarar upp og gera hydrografiskar kanningar. Mátað var eftir seks skurðum, harav seks vóru sonevndir s…
Er “Golfstreymurin” í ferð við at vikna?
15.02.2024
Í nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Science Advances vísa hollendskir granskarar á, at ”Golfstreymurin” er á veg á eitt markamót. Hetta byggja…
Nýggj ritgerð um heita rákið millum Ísland og Føroyar
17.08.2023
Nýggj vitan um rákið av heitum sjógvi norðan fyri okkum er júst komin í vísindatíðarritinum Ocean Science. Tvørtur um undirsjóvarryggin millum Ísland …
Hitabylgja í havinum
29.06.2023
Seinastu 1-2 vikurnar hevur ein hav-hitabylgja tikið seg upp í eystara parti av Norðuratlantshavi. Hitabylgjan hevur verið serliga ógvuslig í økinum v…
Jákup Sverri verið á hydrografitúri
26.05.2023
Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboy…
Tveir djúpir havstreymar undan kavi
10.05.2022
Tveir djúpir havstreymar eru nýliga avdúkaðir, IcelandFaroe Slope Jet og Faroe Shetland Channel Jet. Annar gongur fram við hellingini á norðaru síðu á…
Norskahavsmeldurin knýtir heitt innrák og kalt yvirflot
01.09.2021
Tað er vælkent at heitur Atlanssjógvur rekur norðureftir fram við Føroyum, kølist og søkkur norðanfyri, og vendur suðureftir aftur í dýpinum sum ísaka…
Subpolari meldurin stýrir vistskipanum
18.12.2020
Vistskipanir eru ikki støðugar. Vistskipanin á føroyska landgrunninum broytist bæði við einum syklusi á 58 ár og einumsyklusi, sum tekur áratíggju. Su…
Djúpur havstreymur fram við Íslandsrygginum útgreinaður
26.10.2020
Í dýpinum í Norðurhøvum er ísakaldur sjógvur, sum ferðast suðureftir og flýtir yvir Grønland-Skotland ryggin, serliga gjøgnum Danmarkarsundið og Banka…
Subpolari meldurin stýrir eisini vistskipanum í grønlendskum sjógvi
08.10.2020
Tað er nú vælkent at subpolari meldurin ávirkar vistfrøðina í norðureystara parti av Atlantshavinum – altso um okkara leiðir. Í nýggjari vísindaligari…
Hava funnið ókendan djúpan havstreym
27.07.2020
Sjógvur verður køldur í norðurhøvum, og hetta ger, at hann søkkur og síðani fossar suðureftni niðri við botn. Stórur partur av hesum djúpa suðurvenda …
Legan hjá Golfstreyminum ávirkar havumhvørvið kring Føroyar
29.01.2020
Flest øll hava hoyrt um Golfstreymin. Nógv vita eisini, at broytingar í styrkini av hesum ráki kann ávirka havumhvørvið og veðurlagið her um okkara le…
Subpolari meldurin styrknaður aftur – og tað ávirkar Føroyar!
25.09.2019
Vegna nógv hitatap frá havi til atmosferu vetrarnar 2013-2015, sakk nógvur sjógvur niður á stór dýpi í Labrador havinum og Irminger havinum, og tískil…
Streymarnir inn og út úr Arktiska havøkinum
25.09.2019
Eftir drúgvar mátingar hjá fleiri ymiskum londum er nú fingið yvirlit yvir, hvussu nógvur sjógvur ferðast inn og út úr Arktiskum havøki. Stórur partur…
Flóðaldur 29.- 30. juni 2019
09.07.2019
Sunnumorgunin 30. juni 2019 vóru fólk ymsa staðni kring landið varug við, at óvanligar aldur vóru at síggja, t.d. í Vági, Tórshavn og Kollafirði. Hett…
Rákið kring Føroyarnú betur kortlagt
23.10.2018
Høvuðsgongdina í streymunum gjøgnum okkara havleiðir hava vit kent leingi; men ivamál hevur verið um rákið sunnan og vestan fyri Munkagrunnin, helst t…
Kaldur Íslandssjógvur hevur týdning fyri nøgdirnar av reyðæti norðan fyri Føroyar
18.06.2018
Reyðæti er høvuðsføði hjá norðhavssild, sum kemur til beitiøkið norðan fyri Føroyar um summarið. Ein nýggj vísindalig grein vísir, at kaldur Íslandssj…
Nýggj grein um rákið sunnan og vestan fyri Føroyar
29.11.2017
Tann 13 november varð nýggj grein: “Atlantic water flow through the Faroese Channels” kunngjørd í vísindaliga tíðarritinum “Ocean Science”. Greinin er…
Fløskupostur úr Íslandi tekur eitt ár
16.01.2017
Tað sigst at íslendskir landnámsmenn kastaðu tvinnar hásætissúlur í havið og skuldu lata bý byggja, har hesar komu upp á land. Hetta bleiv til Reykjav…
„Kalda holið“, „Golfstreymurin“ og okkara veðurlag
19.09.2016
Á heysti 2015 gjørdu fjølmiðlar kring allan heim nógv burtur úr einum havøki í landsynning úr Grønlandi, sum var óvanliga kalt og fekk eyknevnið: „Kal…
Streymmáting úr fylgisveini
25.09.2015
Millum mongu fylgisveinarnar, sum ferðast kring knøttin, eru nakrir, ið hvønn dag máta hæddina á vatnskorpuni ymsastaðni. Tá hesar mátingar verða sama…
Streymmátingar avdúka veðurlagsbroytingar í Norðurhøvum
23.08.2012
Undir sjey ymiskum verkætlanum hevur Havstovan í skjótt 20 ár í millumtjóða samstarvi verið við til at kanna havrákið í Norðuratlantshavi. Mátingarnar…
Føroyastreymurin
01.09.2010
Fram við Føroyum er eitt rák av heitum sjógvi vestaneftir. Tann týdningarmesta greinin av hesum ráki fer norðan fyri Føroyar og nevnist Føroyastreymur…
Fjarstýrdir kavbátar rannsaka havsins kalda hjarta
01.09.2007
Smáir kavbátar kanna hitan, saltinnihaldið, streymin og plantuplankton í havinum við Føroyar. Endamálið er at útvega upplýsingar um tað termohalina rá…