Norskahavsmeldurin knýtir heitt innrák og kalt yvirflot
Tað er vælkent at heitur Atlanssjógvur rekur norðureftir fram við Føroyum, kølist og søkkur norðanfyri, og vendur suðureftir aftur í dýpinum sum ísakalt yvirflot. Í nýggjari grein vísa vit, at sonevndi Norskahavsmeldurin stýrir stutt-tíðarbroytingum (frá mánaði til annan) í hesum týdningarmikla Havsins Kalda Hjarta. Meldurin er ein stórur bjølgur av køldum sjógvi, sum melur móti klokkuni norðan fyri Føroyar.
Nevndu broytingar føra eisini við sær, at markið millum heitan sjógv omanfyri og kaldan sjógv niðanfyri kann – í stutta tíð – flyta seg fleiri hundrað metrar upp og niður. Hetta kann vera frá umleið 200 m dýpi, og heilt niður á umleið 600 m. Sera stórur biomassi savnast við hetta hitamark (krill, rækjur, prikkafiskur, svartkjaftur, svartkalvi osv.), so umrøddi dynamikkur hevur eisini ávirkan á vistskipanir í sjónum. Hetta er fyrsta grein í serriti um havveðurlag og vistskipanir hjá tíðarritinum Frontiers in Marine Science, og hon kann lesast her.

Hjálmar Hátún ( hjalmarh@hav.fo, 229092)
Viðkomandi tíðindi
-

Grein um havstreymar kring Føroyar og Havstovuna í amerikonskum miðli
Herfyri vóru tíðindi úr Føroyum at síggja á miðlinum “The Post and Courier” í South Carolina í USA. Talan er um grein, sum í høvuðsheitum snýr seg um djúpu havstreymarnir…
-

Móra og sandur á havbotninum kunnu avdúka søguna um djúphavsstreymar
Frá 31. august til 7. september 2026 vóru granskarar frá Havstovuni, Jarðfeingi, GEUS (Danmarks og Grønlands Geologiske Undersøgelser) og UiT (Norges Arktiske Universitet) á havrannsóknarferð við Jákup Sverra, Á ferðini…
-

Djúpa rákið á Íslandsrygginum er nú kortlagt
Síðani 2020 hevur Havstovan í fleiri umførum lagt streymmátarar út miðskeiðis á Íslandsrygginum við tí endamáli at kortleggja tað djúpa rákið tvørtur um Ryggin. Greining av hesum mátingum vísir, at…
-

Tilgongdin av toski og hýsu á Landgrunninum og Føroyabanka ávirkast helst av havstreymum
Sum nevnt í tíðindagrein á heimasíðuni tann 10. apríl í fjør (2024), hevur toskastovnurin á Landgrunninum verið søguliga lítil seinastu árini. Hetta kemur helst bæði av ovveiðu og skiftandi umhvørvisviðurskiftum…