{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Hava funnið ókendan djúpan havstreym

Sjógvur verður køldur í norðurhøvum, og hetta ger, at hann søkkur og síðani fossar suðureftni niðri við botn. Stórur partur av hesum djúpa suðurvenda ráki fer gjøgnum Bankarennuna, sum er eitt djúpt skarð millum Landgrunnin og Føroyabanka. Henda “pumpa” dregur heitan sjógv úr Golfstreyminum og norðureftni fram við Føroyum, og heita rákið elvir til lýggja veðurlagið við okkara leiðir.

Higartil hava granskarar hildið, at djúpi kaldi sjógvurin streymar tætt at føroyska landgrunninum – við klokkuni – áðrenn hann kemur í Bankarennuna. Tó vísir ein nýggj grein í tíðarritinum Nature Communications (les her) at størsti parturin av djúpa rákinum er at finna í smalari strálu eftir hellingini norðan fyri Hetland (sí mynd). Hetta rák hevur tískil sín uppruna longur eystri enn hildið. Nýggja perspektivið kann hjálpa granskarum betri at skilja broytingarnar í vatnflutningi, hita og saltinnihaldi, sum vit máta í hesum týdningarmikla ráki.

Miðalstreymur tvørtur um signingarleiðina hjá Norrönu, millum Føroyar (til vinstru) og Hetland. Bláir litir vísa at miðalrákið vendur suður gjøgnum Hetlandsrennuna – bæði sunnan fyri føroyska landgrunnin, og í dýpinum við hellingina norðan fyri Hetland (higartil ókendi streymurin). Reyðir litir vísa norðurvent rák, móti Arktis.

Tað eru, millum annað, nýggjar mátingar frá Norrönu, sum hava avdúkað hesa streymstrálu. Í samstarvi millum Smyril Line og granskarar úr USA, hevur Norröna havt streymmátara undir botninum í skjótt tíggju ár. Talan er um eitt slag av ekkoloddi, sum brúkar sonevndu “Doppler effektina” (sami háttur sum løgreglan brúkar, tá hon ger ferðmátingar í ferðsluni). Við sera neyvari vitan um ferðina og kósina hjá Norrönu, og hartil vitan um sjóvarfallið, ber til at rokna djúpu streymarnar. Vit vilja nýta høvið at takka Smyril Line fyri góða samstarvið.

Granskarar á Havstovuni, Sveriges meteorologiska och hydrologiska institut, University of Rhode Island (USA) og fleiri, hava staðið fyri arbeiðinum.

Hjálmar Hátún ( hjalmarh@hav.fo) og Karin Margretha H. Larsen ( karinl@hav.fo)

Viðkomandi tíðindi

  • Sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður

    Í eini nýggjari grein í vísindatíðarritinum “Geophysical Research Letters” verður víst á, at sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður seinastu tvey áratíggjuni. Hesin sjógvur rekur í dýpinum suður…

    Les meira

  • Gevið gætur: Mátiútgerð norðanfyri

    Amerikanska granskingarskipið Neil Armstrong setir í løtuni (21.-26. august, 2024)  níggju havfrøðiligar fortoyningar á botn norður av Íslandsrygginum (Mynd 1). Henda útgerð røkkur upp á 100 metra dýpi, og tískil…

    Les meira

  • Nógvur gróður at síggja á hydrografitúri

    Tann 15. mai fór Jákup Sverri út at taka streymmátarar upp og gera hydrografiskar kanningar. Mátað var eftir seks skurðum, harav seks vóru sonevndir standard hydrografiskir skurðir. Nógva staðni var…

    Les meira

  • Er “Golfstreymurin” í ferð við at vikna?

    Í nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Science Advances vísa hollendskir granskarar á, at ”Golfstreymurin” er á veg á eitt markamót. Hetta byggja teir á úrslit frá eini royndarkoyring við nýggjastu…

    Les meira