Fuglberg fann Argo-flot
Av og á fær Havstovan ymsar lutir í húsið, sum fólk hava funnið á sjógvi ella landi. Tíðliga í januar fekk trolarin Fuglberg ein gulan lut í trolið, sum teir lótu Havstovuni. Hetta vísti seg at vera eitt Argo-flot (eng: float), sum ein týskur stovnur hevði sett út á sumri 2014.
Eitt Argo-flot (mynd 1) er eitt tól, sum kann broyta sína evnisvekt og harvið kann stýra, um tað skal søkka ella flotna. Tá eitt Argo-flot verður sett í sjógvin, ger tað seg fyrst tungt, so at tað søkkur niður á t.d. 1000 m dýpi. Argo-flotið hevur hita- og saltmátarar á sær, og meðan tað søkkur (ella flotnar), mátar tað hita og saltinnihald á øllum dýpum. Tá Argo-flotið kemur upp til vatnskorpuna, sendir tað sínar mátingar til lands umvegis fylgissvein og letur seg síðani søkka aftur niður í dýpið.
Argo-flotið, sum Fuglberg fann, var sett út sunnarlaga á Rockall-Hatton bankunum tann 30 juni 2014 (Mynd 2). Haðani rak tað inn í Íslandsdýpið, har tað var um veturin 2014/15. Síðani fór tað norðureftir fram við Hattonbankanum og eysturyvir inn í Rockallrennuna, har tað var til út á várið 2016. Síðani fór tað tvørtur um Wyville-Thomson ryggin og inn Í Bankarennuna og at enda inn á Landgrunnin og út á bankarnar eystanfyri. Seinastu ferð, samband var við Argo-flotið, var tann 30 januar 2017 á positión 62°10.5’N; 5°02.2’W. Fuglberg fekk Argo-flotið í trolið umleið á positión 62°00’N; 5°00’W í januar í ár, tvs umleið á sama staði, har Argo-flotið seinast læt frætta frá sær í januar í fjør.
Sum nevnt, mátar Argo-flotið hita og salt, meðan tað søkkur ella flotnar. Hesar mátingar eru at síggja á mynd 3. Út frá hesum myndum síggja vit m.a. mun millum tann djúpa sjógvin í Íslandsdýpinum og Rockallrennuni: Í Íslandsdýpinum frá umleið 400 m til 1200 m er bæði kaldari og feskari (bláir litir) enn í Rockallrennuni (grønir og gulir litir). Niðarlaga í høgru síðu á myndunum síggja vit myrkabláar litir frá eini 650 m til 8-900 m dýpi – hetta er sannlíkt mátingar frá Bankarennuni, har ísakaldur og feskari sjógvur er. Eisini er vert at leggja til merkis, at í ovastu 50 m ella so er sjógvurin skiftivís heitur (reyðir litir – mynd 3 ovast) og kaldur (grønir litir – mynd 3 ovast), og hetta stavar frá sólini, sum hitar tey ovastu løgini um summarið. Hetta Argo-flotið mátaði eisini gróður í sjónum, og á mynd 3, niðast, síggja vit, at tað júst er í hesum ovastu løgunum, at tað er nógvur gróður um summarið.
Tað er týski stovnurin Bundesamt für Seeschifffahrt und Hydrographie (BSH), sum eigur hetta Argo-flotið og flotið er nú á veg til framleiðaran í USA til nærri kanningar. Starvsfólkini á BSH vóru sera fegin um at fáa hendan møguleikan at send Argo-flotið til kanningar, og tey takka fyri, at manningin á Fuglberg var so beinasom at lata Havstovuni flotið. Mátingar við Argo-flotum er eitt altjóða samstarv, har nógvir havfrøðistovnar seta Argo-flot út í øll heimshøvini (tó uttan øki har ov nógvur ísur er). Í løtuni reka meiri enn 3800 Argo-flot runt í høvunum og senda alsamt sínar mátingar til granskingarstovnarnar. Meiri er at lesa um hesi flot, hvussu tey virka v.m. á heimasíðuni http://www.argo.ucsd.edu.
Viðkomandi tíðindi
Gevið gætur: Mátiútgerð norðanfyri
Amerikanska granskingarskipið Neil Armstrong setir í løtuni (21.-26. august, 2024) níggju havfrøðiligar fortoyningar á botn norður av Íslandsrygginum (Mynd 1). Henda útgerð røkkur upp á 100 metra dýpi, og tískil…
Er glotti at hóma hjá botnfiski í 2024?
Føroyski toskastovnurin er vorðin søguliga lítil, og hetta er helst úrslit av bæði ovurfiskiskapi og broytingum í havumhvørvinum. Týdningarmikið, og avbjóðandi, er at skyna millum hesar ávirkanir, og í hesi…
Er “Golfstreymurin” í ferð við at vikna?
Í nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Science Advances vísa hollendskir granskarar á, at ”Golfstreymurin” er á veg á eitt markamót. Hetta byggja teir á úrslit frá eini royndarkoyring við nýggjastu…
Nýggj ritgerð um heita rákið millum Ísland og Føroyar
Nýggj vitan um rákið av heitum sjógvi norðan fyri okkum er júst komin í vísindatíðarritinum Ocean Science. Tvørtur um undirsjóvarryggin millum Ísland og Føroyar rekur heitur sjógvur úr Atlantshavi inn…