Er glotti at hóma hjá botnfiski í 2024?
Føroyski toskastovnurin er vorðin søguliga lítil, og hetta er helst úrslit av bæði ovurfiskiskapi og broytingum í havumhvørvinum. Týdningarmikið, og avbjóðandi, er at skyna millum hesar ávirkanir, og í hesi grein viðgera vit broytiligu vakstrarumstøðurnar á Landgrunninum.
Tilgongd av ungfiski til ein fiskastovn er avgerandi fyri stovnstøddina. Tilgongdin til føroyska toskastovnin hevði høgar toppar í 1983, 1994 og í 2000 (slíkir vóru eisini áðrenn 1980), og lægri toppar í 1987, 2009 og 2017 (Mynd b). Sum víst í Mynd c, og lýst neyvari undir, falla allir hesir toppar saman við góðum vakstrarumstøðum á Landgrunninum, her lýst við øktum gróðri og nógvum og vælvaksnum fiskayngli. Ein avgerðandi spurningur er, hvat forðaði fyri, at topparnir í 1987, 2009 og 2017 góvu munagott íkast til toskastovnin.
Gongdin hjá toski og hýsu á Landgrunninum síðani 1980. a) Gýtingarstovnur, b) tilgongd og c) vísitøl fyri gróður og fiskayngul. Yngulvísitalið* umboðar yngullongdirnar í juni hjá toski, hýsu, nebbasild og hvítingsbróður. Umhvørvisvísitølini eru normaliseraði, og hava tískil ikki fysiskar eindir.
Positivir umhvørvisfaktorar í 1987, so sum økt nøgd av tøðevnum í sjónum (ikki víst her) og høgt Yngulvísital (Mynd c), øktu bert lítið um tilgongdina, og nógvi fiskiskapurin gjørdi tí, at toskastovnurin minkaði nógv síðst í 1980unum og inn í 1990ini (Mynd a). Við tí tá sera lítla toskastovninum (gott 27 túsund tons í 1991) metti Havstovan (tá Fiskirannsóknarstovan), at endurbyggingin av toskastovninum fór at taka langa tíð. Svára støðan hjá toskastovninum fekk stórar avleiðingar fyri føroyska búskapin, sum tá var sera tengdur at botnfiskiskapi, og gjørdust hesi árini tey ringastu kreppurárini í Føroyum í nýggjari tíð. Men samanrenning av ógvuliga góðari tilgongd í bæði 1993 og 1994, og avmarkaðum fiskiskapi í fyrru helvt av nítiárunum vegna kreppuna og seinni kvotuskipan, gjørdu, at toskastovnurin reistist brátt aftur (gott 134 túsund tons í 1996, Mynd a). Álitið hjá fiskimanninum á arbeiðið hjá táverandi Fiskirannsóknarstovuni og ICES minkaði eftir hetta, helst tí mann metti, at ráðgevingin ikki kláraði at fylgja skjóta vøkstrinum í toskastovninum. Havstovan hevur savnað nógv umhvørvisdata seinastu gott 30 árini, og arbeiðir miðvíst við at gagnnýta hesi data, og vistfrøðiliga vitan, til at stuðla stovnsmetingini.
Broytingar í bæði tilgongd og stødd á hýsustovninum minnir nógv um gongdina hjá toskastovninum, kanska seinkaðar umleið eitt ár í mun til toskin (Mynd a og b). Tó er ein munur millum hesar stovnar íkomin seinastu 5-10 árini, tí hýsustovnurin fekk veruligt gagn av umhvørvistoppinum í 2017, og ein enn sterkari toppur sýnist at hava verið í fjør (2023, Mynd b), meðan tilgongdin til toskastovnin hevur verið støðugt niðurgangandi. Tølini fyri tilgongd koma frá stovnsmetingum, sum gevur góða mynd av stovninum aftur í tíð. Metingarnar eru tó nakað óvissar fyri seinastu 1-3 árini, sum er tíðin, tað tekur árgangi at koma inn í vinnuligu veiðuna. Hendan óvissan er størri fyri tosk enn fyri hýsu, av tí, at toskur veksur upp inni við land, har avbjóðandi er at gera umfatandi yvirlitskanningar. Munurin millum hesar báðar stovnar má standast annaðhvørt av ov nógvari toskaveiðu ella av broytingum í umhvørvinum, sum raka tosk meinari enn hýsu. Meira gransking krevst fyri at koma hesum spurningi nærri.
Fyrr nevndu toppar í tilgongd hjá botnfiski (bæði toski og hýsu) fylgja, sum víst í Mynd c, neyvt toppum í gróðurvísitalinum, tali av toska- og hýsuyngli síðst í juni og einum yngulvísitali. Hesi tøl kunnu tó ikki forklára, hví topparnir í 1993 og 2000 komu væl inn í toskastovnin, meðan topparnir í 2009 og 2017 munaðu lítið fyri tilgongdina (Mynd b og c). Hóast hesa avmarking, so kunnu gróðurvísitalið og yngultølini geva ábending um, nær nýggjur toppur er ávegis, áðrenn slíkur gerst sjónligur í stovnsmetingini.
Gróðurin var yvir miðal í 2022 og 2023, og yngulvísitalið hækkaði nakað. Talið av toskayngli øktist upp á sama støðið sum topparnar í 2009 og 2017, meðan talið av hýsuyngli var tað hægsta nakrantíð, síðani mátingarnar byrjaðu í 1983. Hetta undirbyggir omanfyri nevnda mun millum umtalaðu botnfiskastovnar. Talið av yngli hjá nebbasild og hvítingsbróður vísir eisini týðiligan topp í 2023 (ikki víst her).
Lítil ivi er um at toskastovnurin er sera illa fyri. Støddin á stovninum er á søguligum lágmarki (undir 13 túsund tons í 2023), og tískil má fiskiskapurin tálmast. Tó eru tekin, sum geva vón um eina batnandi støðu hjá stovninum:
- Umhvørvið (gróður og yngul) vísa ein topp í 2023
- Yvirlitstrolingar á sumri 2023 vístu, at toskurin var væl í holdum
- Fiskimenn boða í vetur frá hampiligum fiskiskapi, og at toskurin er væl fyri (fullur í nebbasild)
- Yvirlitstrolingin á Landgrunninum í mars vísti eitt vet meira av toski enn tey undafarnu fýra árini og nógv er til av smáhýsu
- Fuglateljingar geva ábending um økt tal av floygdum pisum hjá sjófugli (lomviga, ritu, ternu og lunda) í 2023
Vit kunnu bara vóna, at betri umstøður í náttúruni síðstu árini fara at síggjast aftur í betri tilgongd av toski og harvið batnandi støðu fyri toskastovnin. Um økta produktiónin í havinum í 2022 og 2023 hava gjørt mun fyri tilgongdina, so fer hetta at síggjast aftur í gýtingarstovninum um eini trý ár. Samanumtikið eru nakrar fortreytir til staðar, sum eru neyðugar fyri at fáa toskastovnin aftur á føtur. Hesar fortreytir plaga at koma við 7-10 ára millumbili. Kortini er enn sera óvist um toskastovnurin fer at taka seg upp aftur í hesum umfarinum.
Viðkomandi tíðindi
Er glotti at hóma hjá botnfiski í 2024?
10.04.2024
Føroyski toskastovnurin er vorðin søguliga lítil, og hetta er helst úrslit av bæði ovurfiskiskapi og broytingum í havumhvørvinum. Týdningarmikið, og a…
Frágreiðing um føroysku havvistskipanina útkomin
04.12.2023
Fríggjadagin 1. desembur almannakunngørdi ICES eina frágreiðing um føroysku havvistskipanina – á enskum “Faroes ecoregion – Ecosystem overview”. Frágr…
PhD skeið um havklima og vistskipanir væleydnað
16.11.2023
PhD-skeiðið, við heitinum “Ecologically relevant oceanographic processes in the Northeastern Atlantic” er nú lokið. Allir 14 næmingarnir stóðu royndin…
Subpolari meldurin stýrir vistskipanum
18.12.2020
Vistskipanir eru ikki støðugar. Vistskipanin á føroyska landgrunninum broytist bæði við einum syklusi á 58 ár og einumsyklusi, sum tekur áratíggju. Su…
Subpolari meldurin stýrir eisini vistskipanum í grønlendskum sjógvi
08.10.2020
Tað er nú vælkent at subpolari meldurin ávirkar vistfrøðina í norðureystara parti av Atlantshavinum – altso um okkara leiðir. Í nýggjari vísindaligari…
Tá várgróðurin er góður, kemur meira undan av yngli á Landgrunninum og hann veksur betri
18.09.2019
Ein vísindalig grein við heitinum “Environmentally Driven Ecological Fluctuations on the Faroe Shelf Revealed by Fish Juvenile Surveys” er almannakunn…
Avbera nógvur gróður í 2017
23.10.2018
Gróðurin í 2017 eydnaðist avbera væl, og er tann besti síðani aldamótið. Orsøkina til nógva gróðurin kenna vit ikki til fulnar. Men av royndum vita vi…
Nebbasild – bindilið millum stór og smá
01.09.2008
Myndir av lunda, berandi blankan og silvurlittan fisk í nevinum, verða ofta nýttar sum ein lýsing av okkara vakra landi. Við fyrsta eygnakast vita tey…
Myndil av vistskipanini á Landgrunninum
01.09.2003
Myndilin bendir á, at tíðin, tað tekur fyri sjógvin á Landgrunninum at verða skiftur út, ávirkar gróðurin. Er útskiftingin stór og nógvur nýggjur sjóg…