Springarin farin til stroks
Tann eini merkti springarin, sum fyri viku síðan var komin suður um Íslandsryggin, er nú farin beina kós vestureftir. Hann er farin tvørtur um Reykjanesryggin, er komin í Irmingarhavið og er nú mitt ímillum Ísland og Grønland.
Hetta staðfestir eitt samband millum møguligar stovnar báðumegin Reykjanesryggin. Teinurin, springarin hevur ferðast hesa vikuna, er góðar 400 fjórðingar, ið gevur eina miðal ferð á knapt 3 míl. Hetta avdúkar, at skjórutur springari er kvikur svimjari, ið eftir stuttari tíð kann reika víða um í Norðuratlantshavi.
Hin springarin, ið enn hevur merki, ið virkar, reikar ikki líka víða. Hann er komin nakað longur suður, og hevur seinastu dagarnar ferðast á Íslandsrygginum, 90 fjórðingar úr landi. Einki samband er við hinar springararnar.
Viðkomandi tíðindi
Tað seinasta frá merktu grindahvalunum
Nú eru allir sendararnir, ið Havstovan festi á grindahvalir í summar, sløknaðir. Tað longsta sambandið vardi 85 dagar. Tríggjar merkingar vóru. Tvær í Sandavági, har ein hvalur varð merktur 26.…
Springari á Kappanum
Ein springari, ið Havstovan merkti í Norðragøtu 30. august, hevur ferðast longu leiðina til Eysturgrønlands, og er nú í ein landsynning úr Kappanum. Hesin springarin dvaldi bert stutta tíð í…
Nýtt frá merktu springarunum
Havstovan hevur í summar merkt springarar í trimum umførum; fimm springarar í Fuglafirði 10. juni, tveir springarar á Leynasandi 27. august, og tveir springarar í Norðragøtu 30. august. Havstovan takkar…
Merkta grindin ferðast suðureftir
Við góðari hjálp frá sýslumanni, grindaformonnum og fólki annars á báti og sandi, varð ein grind merkt í Sandavági mikudagin 19. juli 2023. Ein bólkur á umleið 40 hval var…