{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit
Tú ert her

Umsókn um útflutning av tvøsti og spiki

Skalt tú útflyta tvøst og spik, má serligt loyvi til tess. Fyll umsóknarblaðið út og lat inn.

Ferðast tú sjálvur/sjálv, við hvalaúrdrátti, ert tú bæði útflytari og innflytari.
Undir “Útflytari” skal altíð skrivast ein bústaður í Føroyum.
Undir “Innflytari” skal skrivast ein bústaður uttanlands.

Loyvt er at hava í mesta lagið 10 kg samanlagt, av hvalaúrdrátti.

Allir teigar við * skulu fyllast út. Tá allir teigar eru fyltir út og umsóknin send til Havstovuna, fært tú eitt CITES-útflutningsloyvi sendandi. Hetta loyvi er galdandi í 6 mánaðir.

Gevi gætur! Hevur tú fastan bústað uttanlands, krevst oftast eitt innflutningsloyvi frá avvarðandi myndugleikum, har bústaðurin er. Býrt tú í Danmark, kann søkjast um innflutningsloyvi her.

Býrt tú aðrastaðni ella ivast í onkrum, ert tú vælkomin at skriva til okkara á hav@hav.fo ella ringja á +298 35 39 00.

Viðvíkjandi útflutningi til íslands, kann lesast nærri um reglurnar her.