{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Sild og svartkjaftur norðanfyri

Túrfrágreiðing

Jákup Sverri, túrur nr. 2522 (og 2521)

Tíðarskeið: 1-12/5 2025

Ábyrgd: Eydna í Homrum

Endamál: Endamálið við túrinum var at kanna nøgdir og aldurssamanseting av sild og svartkjafti í havøkinum norðan fyri Føroyar. Ekkókanningin er partur av felags kanningum av norðhavssild og svartkjafti, sum eru skipaðar undir “ICES Working Group of International Pelagic Surveys” (WGIPS), saman við skipum úr Noregi, Íslandi, Bretlandi og ES (Danmark).

Sildin stóð í landnyrðingspartinum av kanningarøkinum hjá Jákup Sverra, sum í ár fyri mesta partin var í íslendska og altjóða økinum norðanfyri (Mynd 1). Norðarlaga í føroyska sjóøkinum var sera lítið at síggja og somuleiðis vestur móti Íslandi – hetta líkist útbreiðsluni seinastu árini. Aldursgreiningin av sildini vísir, at tað enn er 2016-árgangurin, sum er bulurin í vaksna stovninum (Mynd 2). Størsta sildin stóð vestast í kanningarøkinum.

Svartkjaftur var at síggja í eystasta partinum av kanningarøkinum (Mynd 1), har sjógvurin er heitari enn vestanfyri. Meirilutin av svartkjaftinum var 3 ella 4 ára gamal (Mynd 3), men eisini sást nakað av ársgomlum svartkjafti.

Um samlaðu nøgdina av sild og svartkjafti ber einki til at siga, fyrrenn tølini frá øllum luttakandi skipunum verða viðgjørd um miðjan juni.

Umframt sildakanningarnar vórðu umhvørviskanningar eisini gjørdar á skurði N (túrur 2521).

Mynd 1. Útbreiðsla hjá sild og svartkjafti á túri 2522, 1-12/5 2025. Nøgdin er víst sum sirklar, har støddin á sirklinum vísir, hvussu nógv av svartkjafti stóð undir skipinum. 200, 500 og 1000 m botnlinjur eru vístar.

Mynd 2. Longdar- og aldursbýti hjá sild á túri 2522, 1-12/5 2025.

Mynd 3. Longdar- og aldursbýti hjá svartkjafti á túri 2522, 1-12/5 2025.


Túrfrágreiðingar

Sild og svartkjaftur norðanfyri

13.05.2025

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2522 (og 2521) Tíðarskeið: 1-12/5 2025 Ábyrgd: Eydna í Homrum Endamál: Endamálið við túrinum var at kanna nøgdi…

Svartkjaftakanningar sunnanfyri

09.04.2025

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2514 Tíðarskeið: 26/3-9/4 2025 Ábyrgd: Jan Arge Jacobsen Endamál: At kanna nøgdirnar av svartkjafti í økinum su…

Yvirlitstroling – djúpt

23.09.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2440 Tíðarskeið: 12/9-23/9 2024 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna botnf…

Yvirlitstrolingar eftir makreli – Kanna makrel og vistskipan

14.07.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2428 Tíðarskeið: 27/6-14/7 2024 Ábyrgd: Eydna í Homrum Endamál: Endamálið við túrinum var at kanna útbreiðslu o…

Yngul- og ætikanning

26.06.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2426 Tíðarskeið: 12-26/6 2024 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yng…

Sild og svartkjaftur norðanfyri

04.05.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2416 og 2417 (Skurður N) Tíðarskeið: 24/4-4/5 2024 Ábyrgd: Sólvá Káradóttir Eliasen Endamál: Endamálið við túri…

Svartkjaftakanningar sunnanfyri

05.04.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2412 Tíðarskeið: 20/3-5/4 2024 Ábyrgd: Jan Arge Jacobsen Endamál: At kanna nøgdirnar av svartkjafti í økinum su…

Yvirlitstroling – djúpt

07.10.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2346 Tíðarskeið: 28/9-07/10 2023 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna botnfisk á djúpum l…

Sild og svartkjaftur norðanfyri

16.05.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2320 Tíðarskeið: 4-16/5 2023 Ábyrgd: Sólvá Káradóttir Eliasen Endamál: Endamálið við túrinum var at kanna nøgdir og aldurssama…

Svartkjaftur sunnanfyri

05.04.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2312 Tíðarskeið: 22/3-5/4 2023 Ábyrgd: Jan Arge Jacobsen Endamál: At kanna nøgdirnar av svartkjafti í økinum sunnan fyri Føroy…

Viðkomandi tíðindi

Sildakanningar norðanfyri

13.05.2025

Nakað av sild var at síggja, serliga í altjóða økinum norðanfyri, meðan lítið og onki var at síggja norðast í føroyska sjóøkinum og móti Íslandi. Meir…

Svartkjaftastovnurin í minking

02.05.2025

Vísitalið fyri gýtingarstovnin av svartkjafti í 2025 lækkar við 30% í mun til í fjør. Tað vísa felags ekkókanningarnar, ið vóru gjørdar sunnanfyri í f…

Svartkjaftakanningar sunnanfyri

14.04.2025

Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan sjógv vórðu gjørdar í tíðarskeiðinum 27. mars til 8. apríl 2025. Nógvur svartkjaf…

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025

30.09.2024

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025 Mest loyvda veiða í 2025 lækkar munandi fyri makrel og nakað fyri svartkjaft, meðan ein lítil hækking er í tilm…

Nøgdin av makreli minkar í Norðurhøvum

29.08.2024

Úrslitini frá árligu felagskanningunum av makreli, har Føroyar luttóku saman við Noregi, Danmark og Íslandi, eru nú tøk. Vísitalið av makreli fyri Nor…

Svartkjaftastovnurin væl fyri

16.05.2024

Vísitalið fyri gýtingarstovnin av svartkjafti hækkar við 31% frá í fjør. Tað vísa felags ekkókanningarnar, ið vórðu gjørdar sunnanfyri í føroyskum, br…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…

Svartkjaftakanningar sunnanfyri

30.04.2024

Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar í tíðarskeiðinum 20. mars til 5. apríl 2024. Ekkóvir…

Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

13.10.2023

Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum…

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2024

29.09.2023

Mest loyvda veiða í 2024 lækkar munandi fyri norðhavssild og nakað fyri makrel, men hækkar nakað fyri svartkjaft. Makrelur Tilmælið fyri makrel er 739…

Minni til av norðhavssild og svartkjafti

28.06.2023

Minni er til av norðhavssild og svartkjafti í Norskahavinum í ár enn í fjør. Tað vísa úrslitini frá árligu sildakanningunum fyrr í vár. Høvuðsniðurstø…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

17.05.2023

Týsdagin 16. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Sild var at síggja í mestsum øllum kanningarøkinum hjá …

Nógvur svartkjaftur sunnanfyri

13.04.2023

Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar fyri páskir. Fyribilsúrslitini vísa, at nógv er til …

Norðhavssildin væl í holdum seinnu árini

27.10.2022

Síðani 2005 hevur norðhavssildin sum heild verið væl í holdum um veturin og hevur samstundis havt størri rogn. Hetta er mett at vera tengt at, at beit…

Samband ímillum reyðæti, havstreymar og norðhavssild

10.05.2022

Desember 2021 vardi Inga Kristiansen sína Ph.D. verkætlan á Fróðskaparsetrinum um samband millum reyðæti, havstreymar og norðhavssild. Eitt høvuðsúrsl…

Nógvur smáur svartkjaftur sunnanfyri

26.04.2022

Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar fyri páskir. Fyribilsúrslitini vísa, at nógv er til av …

Hiti og føði ávirka spjaðing av norðhavssild í mai

24.03.2022

Árligar sildakanningar í mai síðan 1995 vísa, at útbreiðslan av norðhavssild broytist nógv. Fyri at fáa betur greiði á hví so er, hava vit kannað slag…

Útbreiðsla av norðhavssild í mai: Stóra sildin stendur vestari enn smáa sildin

14.01.2022

Síðani 1996 eru á hvørjum ári gjørdar felags kanningar av norðhavssild í Norskahavinum. Kanningarnar verða gjørdar í mai við tí endamáli at veita tøl …

Sildaarvastrongurin lýstur

03.12.2019

Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu, vinnu-ph.d. lesandi á Fróðskaparsetri Føroya og Amplexa Genetics, hevur júst givið út vísindaliga grein í tíðarritinu…

Bjørt útlit fyri svartkjaftastovninum

01.09.2011

Eftir fleiri góð ár um aldarskiftið, minkaði tilgongdin til svartkjaftastovnin niður í næstan einki; men nú kann vend koma í. Umstøðurnar í veðri og h…

Kanna streymin inni í svartkjaftatroli

01.09.2008

Sum liður í norðurlendskum granskingarsamstarvi er Fiskirannsóknarstovan farin at kanna streymin inni í flótitroli. Málið er at finna útav, um streymu…

Heitur rokkur gevur nógvan svartkjaft

01.09.2008

Frá 1995 og fleiri ár fram vaks svartkjaftastovnurin sera nógv. hesi somu ár var sjógvurin við rokkin heitur. granskarar síggja ein samanhang, og fyrs…